Québec

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Quebec)
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Quebec.svg Coat of arms of Québec.svg
Carte du Québec au sein du Canada.svg
Land: Flag of Canada.svg Kanada
Alment mál: Franskt
Høvuðsstaður: Quebec City
Størsta býur: Montreal
Innlima: 1. juli 1867
Vídd: 1,542,056 km²
Íbúgvar (2012): 8 080 550
fyri km²: 5.6/km²
Tíðarzona: UTC -5 til -4
Heimasíða: www.gouv.qc.ca

Quebec (franskt: Québec, enskt: Quebec) er ein landslutur í Kanada við 8,0 mió íbúgvum. Í suðri hevur Quebec mark við USA, í norðri við Hudsonflógvan, í vestri við Ontario og eystri við St. Lawrenceflógvan og New Brunswick.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í 1608 bygdi fraklendingurin Samuel de Champlain eina miðstøð fyri feldhandil við St. Lawrenceflógva. Indiánarnir kallaðu staðin Kébec. Hundrað ár seinni búðu 25.000 fraklendingar í Quebec. Meðan bretar ráddu har, gjørdist hesin franski landslutur týðandi handilsmiðdepil.

Stutt eftir at Jacques Cartier hevði gjørt rannsóknir í tí, sum nú er Quebec við St. Lawrenceá í Kanada, vóru nógvar royndir gjørdar at grunda eina niðursetubygd har. Í 1593 var fraklendingurin Samuel de Champlain við á rannsóknarferð í Kanada og kannaði alla St. Lawrenceánna heilt niðan undir Lachinefossin. Tá ið hann kom heim aftur til Fraklands, fekk hann Heindrik 4. kong (1553-1610) at fíggja eina rannsóknarferð, sum skuldi ætla um møguleikarnar at fáa fraklendingar at búseta seg fram við St. Lawrenceánni. Champlain fór av stað við 28 monnum, sigldi niðan eftir ánni, og bygdi eina handilsstøð í 1608, sum seinni gjørdist Quebec, fyrsti býur í Kanada. Hann helt fram at granska landið og varð verandi í Kanada ævi sína út. Í 1663, 28 ár eftir deyða hansara, gjørdist Quebec høvuðsstaður í Nýfraklandi.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

90 % av øllum kanadiarum, ið nú á døgum tala franskt, búgva í Quebec. Hóast lógin veitir kanadiarum, ið tala franskt, fullan rætt at nýta sítt egna mál, egnar lógir og at hava egna mentan, eru mangir quebecbúgvar, ið vilja loysa frá Kanada.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]