Burkina Faso
|
|||
| Tjóðarslagorð: Unité, Progrès, Justice (frankst) | |||
| Tjóðsangur: Une Seule Nuit | |||
| Alment mál | Franskt | ||
| Høvuðsstaður | Ouagadougou | ||
| Forseti | Blaise Compaoré | ||
| Forsætisráðharri | Luc-Adolphe Tiao | ||
| Fullveldi | 5. august 1960 (frá Frakland) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
274,000 km² 0.14 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
15 730 977 48/km² |
||
| Gjaldoyra | CFA Frankur | ||
| Tíðarøki | UTC +0 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .bf | ||
| Telefonkota | +226 |
||
Burkina Faso (áður nevnt Ovara Volta) er eitt land í Vesturafrika við umleið 15,7 mió. íbugvar. Høvuðsstaðurin er Ougadougou. Í norðri hevur hann mark við Mali og Niger, í eystri við Benin, í suðri við Gana og Fílabeinsstrondin, og í vestri við Mali. Burkina Faso er inni í landinum í Afrika. Tað er av fátækastu londum í heiminum.
Innihaldsyvirlit |
Søga[rætta]
Burkina Faso gjørdist sjálvstøðugt frá Fraklandi í 1960.
Landafrøði[rætta]
Sum í hinum londunum í Saheløkinum er turkur støðug hóttan. Seinastu árini hevur Saharaoyðimørk etið seg longri og longri suðureftir, og nógv gott beitilendi er vorðið oyðimørk.
Búskapur[rætta]
Fáir býir eru í Burkina Faso, og mesta fólkið býr á bygd og livir av at velta jørðina og at halda neyt. Búskapurin í Burkina Faso er illa farin, tí at har hevur verið so ófriðarligt. Av tí at landið er so fátækt, fer triðja hvørt vaksið fólk av landinum at arbeiða. Burkina Faso fær nógva menningarhjálp úr útlondum. Á hvørjum ári lata Frakland, ið fyrr hevði valdið í landinum, og onnur lond í ES, Burkina Faso einar 2-3 milliardir krónur í menningarhjálp. Hjálpin verður bæði nýtt til stórar verkætlanir, til dømis til vatnorkubyggingar, og smá hjálpartiltøk, sum at grava vatnbrunnar, haðan ein bygd fær reint vatn.
Vatntrot og kørg jørð eru bóndunum mikil meinbogi. Áðrenn til ber at sáa ella seta niður, má bóndin fella trø og runnar og seta eld á tey og pløga øskuna upp í moldina, so at tað taðar jørðina. Velt verður í hesum nýlendi í eini 4-5 ár, men tá er tað so púrgað, at bóndin má leggja inn av nýggjum, og gamla stykkið liggur sum opinekra í minst 5 ár. Mangir bøndur hava urtagarðar, har teir dyrka grønmeti til sín sjálvs.
Folkið[rætta]
Fólkasløg[rætta]
- Mossi (47.9 %)
- Bobo (6.9 %)
- Gurunsi (5.0 %)
- Senufo (5.3 %)
- Lobi (6.9 %)
- Mande (6.7 %)
- Fulan (10.3 %): Fulaniar eru flakkfólk og liva av at halda neyt. Teir fara víða um eftir beiti og seta upp smáttur sínar og tjøld síni, tá ið teir skulu hvíla seg. Fulaniar liva av tí, teir fáa av dýrum sínum, mjólk, smøri og osti. Kjøt verður næstan aldri etið, tí at teir unna sær sjáldan at taka eitt dýr úr fylginum og drepa tað. Mangir fulaniar eru givnir at liva sum flakkfólk og hava sett seg niður sum bøndur.
- Tuareg (3.1 %)
| Lond í Afrika |
| Algeria | Angola | Benin | Botsvana | Burkina Faso | Burundi | Djibuti | Egyptaland | Ekvatorguinea | Eritrea | Etiopia | Fílabeinsstrondin | Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo | Gabon | Gambia | Gana | Grønhøvdaoyggjarnar | Guinea | Guinea-Bissau | Kamerun | Kenja | Kjad | Komorooyggjar | Kongo | Lesoto | Liberia | Libya | Madagaskar | Malavi | Mali | Marokko | Miðafrikalýðveldið | Mosambik | Móritania | Móritsius | Namibia | Niger | Nigeria | Ruanda | Sao Tomi og Prinsipi | Sambia | Senegal | Seyskelloyggjar | Sierra Leona | Simbabvi | Somalia | Sudan | Suðurafrika | Suðursudan | Svasiland | Tansania | Togo | Tunesia | Uganda | Vestursahara |