Menningarhjálp
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nøkur lond, ið veita hjálp. Hagtølini eru prosentpartur av fíggjarlóg landsins í 2006.
Menningarhjálp er ein hjálp til byggja upp nútíðarsamfeløg í tí tilafturskomna heiminum. At hjálpa fátækastu londunum í heiminum veita ríku londini teimum peningahjálp og lán. Tey londini, sum veita menningarhjálpina, seta seg vanliga á odda fyri verkætlanum, sum tey fremja saman við fólkinum á staðnum. Eru náttúruvanlukkur, til dømis jarðskjálvti, fáa vanlukkuraktu londini neyðhjálp: mat, klæði, tjøld og heilivág. Í onkrum londum í Afrika, t.d. Mosambik, er menningarhjálpin størsta inntøka í landinum. USA er tað land í heiminum, ið letur mest í menningarhjálp[1], meiri enn 22,7 milliardir dollarar, hóast upphæddin bara er 0.17 % av fíggjarlógini.
Sum er, lata Føroyar um 4 mió kr ella 0,05 % av BTÚ-num í menningarhjálp.