Bolivia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|||
| Tjóðarmotto: ¡La unión es la fuerza! | |||
| Tjóðsangur: Bolivianos, el hado propicio | |||
| Alment mál | Spanskt, Quechua, Aymará | ||
| Høvuðsstaður | La Paz | ||
| Forseti | Evo Morales | ||
| Varaforseti | Álvaro García | ||
| Fullveldi | 6. august 1825 (frá Spania) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,098,581 km² 1.29 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
9 119 152 8.4/km² |
||
| Gjaldoyra | Boliviano (BOB) | ||
| Tíðarzona | UTC -4 | ||
| Alnet økisnavn | .bo | ||
| Telefonkota | +591 |
||
| Spenningur | |||
Bolivia ella Lýðveldið Bolivia (spanskt; República de Bolivia, quechua; Bulibya Republika, aymara; Wuliwya Suyu) er eitt land í Suðuramerika við 9,1 mió. íbúgvar.
Heimsins vandamiklasti vegur er ein veg úr bolivianska høvuðstaðnum La Paz, til eitt øki kalla Yungas, í fimm kilometra hædd og steyrrættum bergi. Ein bilur ferð útav umleið aðru hvørja viku, og árliga doyggja tí eini 200 til 300 fólk á hesum 80 kilometra langa vegastrekki.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Drøgghandil
Í øldir hevur fólkið í Bolivia tugt kokabløð, sum stimbrað, og sum stilla svongd. Nú á døgum verður kokain vunnið úr bløðnum, eitt ólógligt drøggevni, sum gravgangur er eftir, helst í Norðuramerika og Evropa. Kokarunnurin veksur í rakjørð og krevur lítla og onga røkt, sum matplantur. Eisini loysir seg nógv betur fíggjarliga at dyrka koka enn vanliga grøði. Tí verður nógv koka dyrkað, serliga í oydnum pørtum í Andesfjøllum. Tá ið kokain er vunnið burtur úr kokabløðnum, verður tað smuglað. Kokarunnurin trívst væl í fjalladølunum í Bolivia og er góð inntøkukelda hjá fólkinum, sum býr har. Myndugleikarnir hava roynt at steðga kokadyrkingini og boðið bóndunum pening fyri at leggja um til annan landbúnað, til dømis sukur, bananir og kakao. Hetta hevur ikki borið til, og koka er enn høvuðsgrøði í Bolivia.
[rætta] Búskapur
Í 1883 misti Bolivia strandalendi sítt til Kili, tað var í kyrrahavskríggjunum; tí fer næstan allur útflutningur nú við bili ella toki ígjøgnum Kili og Peru. Stórt náttúrurtilfeingi er í Bolivia, til dømis silvur og tin, men við tað at landið hevur verið so avbyrgt, og at stjórnarskifti hevur verið í heilum, er Bolivia fátækt.
Í Bolivia er nógv tin, silvur, blýggj, sink og onnur steinsløg. Tinvinnan er týdningarmikil vinnuvegur, og hóast afturgongd er Bolivia enn ímillum tey fimm londini í heiminum, ið vinna mest tin. Túsundtals fólk arbeiða í námunum; arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, trygdin ring og lønin lág. Mangir námsmenn trúgva, at ein andi, nevndur El Tio, heldur til í námunum og leggja honum sigarettir sum offurgávu fyri tinið.
[rætta] Fólkið
Eini 70 % av fólkinum eru aymaráindiánar og quechuaindiánar, sum búgva á vindbarda háslættanum, nevndur altiplano. Teir eiga ikki meiri jørð, enn at teir so dánt fáa dyrkað so mikið, at teir breyðføða seg og síni. Kalt er á hálendinum í Bolivia. Jørðin er kørg, og nógvastaðni eru epli einasta grøði, ið veksur.
Aymaráindiánar hava tronglig kor, og arbeiðsdagurin er strevin, hvørki ravmagn ella vatn er lagt inn í húsini. Flestu fólk eru fátækir bøndur, sum dyrka epli, mais og bygg og hava nakrar kýr, seyðir, lamur og høsn. Úr lamuullini virka teir heit klæði, og lamutøðini verða nýtt til brenni. Aymarákonurnar og genturnar ganga undir myrkagrønum, svørtum ella brúnum hatti. Mangir aymaráindiánar ganga í plastskóm, nevndir ojotas.
[rætta] Átrúnaður
Hóast Bolivia er katólskt land, eru gamlir átrúnaðarsiðir ikki heilt gloymdir. Í Titicacavatni er oyggin Isla la Sol (føroyskt; sóloy), og gomul trúgv er, at har varð sólin borin í heim. Tónleikur eigur stóran leiklut á stevnum og høgtíðum í Bolivia; spælt verður á panfloytu, trummu og messingljóðføri. Vanligar panfloytur verða gjørdar úr sevi.