Jarðskjálvti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jarðskjálvtar krevja ofta nógv mannalív.

Jarðskjálvti; brádligar rørslur í jarðarskorpuni, sum elva til harðligar ristingar. Ein jarðskjálvti kemur av, at tvær plátur glíða hvør móti aðrari. Rivan, sum tær glíða framvið, verður kallað umskaring. Tá ið tær flyta seg, elva tær til ristingar í jørðini. Jarðskjálvtar kunnu vera so harðir, at teir fáa heilar bygningar at rapa. Harðastu jarðskjálvtarnir eru í Japan. Í 1923 doyðu 143 000 fólk í einum jarðskjálvta. Føroyar eru langt frá einum plátumóti, har harðir jarðskjálvtar kunnu vera. Tó kunnu veikir jarðskjálvtar vera her. Í 1967 var ein veikur jarðskjálvti í Suðuroy, sum fólk í oynni merktu. Á markinum millum jarðarplátur, eitt nú í Turkalandi, Japan ella í Kalifornia við amerikonsku vesturstrondina, kann ein jarðskjálvti fáa jørðina at skelva so harðliga, at hús rapa og vegir brotna. Tá støkka ofta gassleiðingar sundur og elva til nógvan eld. Ofta doyggja fleiri fólk av eldi enn av rapaðum húsum. Í londum og býum, har jarðskjálvtar ofta eru, royna tey at verja seg so væl sum gjørligt. Til dømis royna tey at byggja soleiðis, at bygningarnir tola harðan skjálvta. Tó verða neyvan allir bygningar bygdir soleiðis, sum teir eiga. Ein jarðskjálvti kann koma uttan nakra ávaring. Tó eru ofta smáir skjálvtar undan einum stórum skjálvta.

Ristingar, elvdar av jarðskjálvta, verða máldar við einum tóli, sum nevnist seismografur. Fyri at kunna ávara fólk so skjótt sum gjørligt, máta vísindafólk neyvt allar ristingar í jarðarskorpuni. Tey brúka seismograf, eitt málitól, sum er fest í føstu helluna. Seismografurin er sera viðkvæmur og mátar allar ristingar, sjálvt hinumegin á jørðini.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið