Kalifornia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of California.svg Seal of California.svg
Map of USA CA.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Sacramento
Størsta býur: Los Angeles
Innlima: 9. september 1850
Guvernørur: Arnold Schwarzenegger (R)
Vídd: 423,970 km²
Íbúgvar (2007): 33 871 648
fyri km²: 83.85/km²
Tíðarzona: UTC -8 / UTC -7
Heimasíða: www.ca.gov

Kalifornia (en.; California) er lutstatur í vestri í Sambandsríki Amerika við 33,8 miljónum innbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko, í norðri við Oregon, í eystri við Nevada og Arizona og í vestri við Kyrrehavið. Í septembur 1850 bleiv Kalifornia 31. lutstatur í USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko. Sacramento er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Los Angeles. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í september-oktober. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar.

Í 2004 viðtók staturin Kalifornia, at bensinnýtslan skuldi verða minkað heili 30 % í 2016.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Búskapur

Tá ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hjá sveisiska niðursetumanninum John Sutter í 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu áareyrin og vónaðu at gull var í honum. Summir vórðu hepnir, aðrir ikki. Sutter fór á heysin av øllum virkseminum, sum var á ognum hansara, og rýmdi til Pennsylvania í 1873.

Góð mold, nógv sól og ríviligt av vatni, veitt úr áunum, ið renna úr Sierra Nevada-fjøllum, gera, at Kalifornia er fremsta landbúnaðarríki í USA. Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin í USA, m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rósukál. Napadalur norðan fyri San Francisco er gitið vínlendi. Meksikanarar fara ofta ólógliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða í fruktlundunum.

[rætta] Søga

Fáar dagar fyri at Guadalupe Hidalgo-sáttmálin, sum fekk frið í lag ímillum Meksiko og USA, skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í Coloma í meksikanska landslutinum Kalifornia. Í 1849 tustu túsundtals gullgravarar hagar. Landsluturin hoyrdi enn til Meksiko, men amerikanskar flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í USA. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. ríkið í USA (9. september 1850). Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.

[rætta] Jarðskjálvtaøki

Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri jarðskjálvta. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur jørðin, og tað kann verða atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálta.

[rætta] Sí eisini


Høvuðsstaðarøki
Washington DC
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Kalifornia · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy
Skoðanir
Onnur mál