Slangur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Slangur | ||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Vísinda flokking | ||||||||||
|
Slangur (frøðiheiti - Serpentes). Tað eru 2700 ymisk sløg av slangum til, og av hesum eru bert umleið 700 eitrandi. Avstralia er einasti heimsparturin, sum hevur fleiri eitrandi slangur enn ikki-eitrandi slangur. Har eru eisini heimsins mest eitrandi slanga, sum livur á landi – oyðumarkartaipan. Hon hevði skjótt gjørt av við eitt menniskja, men tíanbetur liva tær í fjarskotnum økjum, har folk sjálvdan ferðast.