Hawaii
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
![]() |
|
| Land: | |
| Alment mál: | Hawaiianskt, Enskt |
| Høvuðsstaður: | Honolulu |
| Størsta býur: | Honolulu |
| Innlima: | 21. august 1959 |
| Guvernørur: | Neil Abercrombie (D) |
| Stødd: | 29,311 km² |
| Fólkatal (2008): | 1,288,198 |
| fyri km²: | 72.83/km² |
| Tíðarzona: | UTC -10 |
| Heimasíða: | Hawaii.gov |
Hawaiioyggjar (Hawaiianskt; Mokuʻāina o Hawaiʻi, Enskt; The State Of Hawaii) er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við 1,2 miljónum innbúgvum (2005). Størsti býur og høvuðsstaður er Honolulu. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Hawaiioyggjar vóru til ár 1900 frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í ríkisfelagskap við USA. Í 1950 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á Oahu, men størsta oyggin er Hawaii. Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum - amerikanar, kinesar og japanar eru flestir í tali.
Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Á Oahu og øðrum oyggjum, sum polynesar búsettu seg á, var fruktagott og gott landbúnaðarlendi. Teir búsettu seg á summum oyggjum og dyrkaðu kokosnøtur, epli, bananir og tero, og veittu vatn á markirnar. Hawaiianar sigldu í kanoskapaðum bátum til fjarskotnar oyggjar. Bátarnir høvdu tvinnanda kjalir, sum vórðu bundir saman. Bátarnir høvdu eisini árar og segl. Teir førdu konufólk, menn og børn umframt bæði plantur, dýr og fræ, sum fólk høvdu fyri neyðini, tá ið tey skuldi seta búgv á oyggjunum, tey komu til. Hawaiianar vóru sjáldsama skilagóðir og dugnaligir sjómenn. Teir sigldu eftir stjørnunum ógvuliga langar leiðir, og miðjaðu seg eftir ætt og alduskoti.
Í 1959 vórðu Alaska og Hawaii 49. og 50. landið í USA. Í 8. øld nomu polynesar land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har.
[rætta] Hendingarøð
- Uml. 500 - Fyrstu niðursetufólkini koma úr Polynesia.
- Um 1250 - Farið verður at leggja stórar vatnveitingar til búnaðarjørðina í dølunum á Hawaiioyggjum.
- Um 1300 - Á Hawaii verður stættarbýti. Atvoldin til tað er búskaparlig framgongd í landbúnaðinum.
- 1778 - Enski uppdagingarferðandi James Cook verður sagdur vera fyrsti evropeari á oynnum. Hann kallar tær Sandwich-oyggjarnar eftir einum av sínum sponsorum, John Montagu, 4. jalli av Sandwich.
- 1779, 14. februar - James Cook dripin av oyggjabúgvunum.
- 1795 – Oynnar fyri fyrstu ferð savnaðar undir krígskonginum Kamehameha I (1758–1819). Kamehameha stóð fyri mongum nýskipanum. Hann fekk tignarheiti Kamehameha Mikli.
- 1810 - Kamehameha I tók at enda Kauai í 1810, ikki við vápnamegi, men við friðarsamráðingum. Tað gav honum valdið yvir øllum Hawaiioyggjum.
- 1819 - Kamehameha I doyr. Eftirmaður hansara Kamehameha II (1797–1824) tekur av skipan, ið avmarkar sambandið millum konur og menn.
- 1824 - Kamehameha II doyr á ferð í Stóra Bretlandi.
- 1840 - Kamehameha III (1814–1854) setur í gildi stýrisskipanarkongsríki; fyrsta skrivliga stýrisskipanarlógin á Hawaii.
- 1848 - Kamehameha III lutar jørð sundir til fólkið.
- 1851 – Kamehameha III leggur oyggjarnar undir vernd av USA.
- 1865 - Fyrstu kinverjarnir koma til Hawaii at arbeiða.
- 1874 - David Kalakaua verður kongur á Hawaii (til 1891).
- 1887 – Kongsvaldið formliga avtikið.
- 1894 – Lýðveldið Hawaii (1894-1898) sett á stovn. Liliuokalani drotning rikin frá valdinum. USA viðurkennir lýðveldið.
- 1898 – USA tekur Hawaii (4. juli).
- 1941 – 7. desember loypa japanar á Pearl Harbour. USA við í kríggið í parti við teimum sameindu.
- 1959 – 21. august blívur Hawaii 50. statur í Sambandsríki Amerika.
[rætta] Landalæra
Hawaii liggur í Kyrrahavinum. Oyggjarnar eru 20 í tali, men bara sjey eru bygdar. Átta tær størstu oyggjarnar í Hawaii eru einar 4.000 km í ein útsynning úr San Francisco, Kalifornia. Tann størsta oyggin eitur Hawaii, og høvuðsstaðurin eitur Honolulu. Hawaiioyggjar eru av gosgróti. Gosfjøllini hava verið mong, men nú er bara lív í tveimum. Hesi bæði rúka í heilum og taka stundum á at goysa, men eru tó vandaleys at búgva við. Uppi á gosfjøllunum standa ferðamannaheim, sum eru fullsett við ferðafólk alt árið. Tey vilja fegin á myrkari nátt síggja niður í eitt gløðandi gosop, og um dagin njóta tað fríða útsýnið av fjøllunum. Hægsta fjallið er 4.207 metrar.
Hawaiioyggjar eru stutt norðan fyri ekvator (miðkring), og tí kundu vit hildið, at veðurlagið var heitt og kvalið; men so er ikki. Tað finst valla fagrari og frískligari veðurlag, tí havvindarnir svala so væl, so at sumrini eru ikki heitari enn tey við Miðjarðarhavið og vetrarnir nakað sum summar í Norðurtýsklandi. Tað frálíka veðurlagið og tann fruktagóða jørðin gera, at mong fólk huga sær væl at búgva í oyggjunum. Hægsta fjallið er 4.207 m. høga gosfjallið Mount Kea.
Flotahavnin Pearl Harbour er gitin frá Seinna heimskríggi.
[rætta] Jarðfrøði
Hawaii eru 132 gosoyggjar. Flestu gosfjøll eru á kantinum á meginlandaplatunum, sum jarðarskorpan er býtt sundur í. Hesi gosfjøllini verða soleiðis til, at groyti spríkir upp ígjøgnum ein gosháls og haðan upp ígjøgnum rivur í havbotninum. Tá ið pláturnar í jarðarskorpuni flyta seg uppi yvir einum tílíkum goshálsi, verða nýggj gosfjøll til. Nú er goshálsurin undir oynni Hawaii.
[rætta] Størsti býur

[rætta] Búskapur
Bøndurnir á Hawaiioyggjum velta sukurrør og ananas. Nógv ferðafólk koma alt árið til oynna Mavi og hinar Hawaiioyggjar. Ferðafólkið er nógv, sum hagar kemur, og mong eru tey, sum liva av at taka ímóti teimum. Tey arbeiða á ferðamannastovum, gistihúsum, handlum og gera smálutir at selja teimum mongu ferðamonnum, sum við flogførum og stórum skipum koma yvir um hav at sóla sær við strendurnar og at bólta sær í Kyrrahavinum.
[rætta] Fólkið
Tað búgva 1,2 mió. fólk í oyggjunum. Upprunaliga búðu har bara polynesarar, men nú eru teir ikki óblandaðir, tí fólk úr øllum ættum eru komin hagar. Fjøldin av teimum er japanarar, amerikanarar, filiparar, kinesarar o.a., og allir liva teir í góðari semju sum eitt fólk. Av upprunafólkinum eru bara eini 20 000 eftir. Nógv fólk úr USA kemur eisini til oyggjarnar at halda frí.
[rætta] Fólkatalsfrøði
| 1900 | 1910 | 1920 | 1930 | 1940 | 1950 | 1960 | 1970 | 1980 | 1990 | 2000 | 2007 |
| 154,001 | 191,874 | 255,881 | 368,300 | 422,770 | 499,794 | 632,772 | 769,913 | 964,691 | 1,108,229 | 1,211,537 | 1,283,388 |
[rætta] Myndasavn
-
Ferðavinnan hevur óvurstóran týdning fyri hawaiianska búskapin. Mest er tað heita veðrið og strendurnar, sum draga fólk higar.
-
Surfing er sera populert í øllum Hawaii.
-
Honolulu er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Oahu.
| Høvuðsstaðarøki |
| District of Columbia |
| Amerikanskir statir |
| Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming |
| Amerikonsk hjálond |
| Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy |
