Kamehameha I

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kamehameha 1. (um 1758-1819)

Kamehameha 1. var føddur á Hawaii, sonur Keōua, sum var ein av høvdingunum. Sum ungur var hann í 1770'unum í tænastu hjá faðirbróður sínum Kalaniopu'u, sum tingaðist við James Cook kaptein. Kamehameha helt tað vera fyrimun at savna oyggjarnar undir eitt meginstýri, og tíðliga í 1790-árunum gjørdi hann innrás á Maui, eina av størstu oyggjunum. Í 1795 hevði hann tikið flestu oyggjarnar. Tær, ið eftir vóru, vildu ikki lata valdið frá sær, helst Kauai, sum ikki gav seg undir fyrrenn í 1810. Tá hevði Kamehameha valdið yvir øllum Hawaiioyggjum. Eftir tað stýrdi hann friðarliga og gjørdi høvdingaráð, sum hann ráðførdi seg við regluliga. Hann stovnaði ríkisstýrdan einahandil fyri sandilviði, sum stórur eftirspurningur var eftir í øðrum londum. Eisini eggjaði hann øðrum tjóðum at vitja oyggjarnar, og hann stuðlaði heimaídnaði. Kamehameha 1. doyði í 1819.


Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]