Wyoming

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Cheyenne
Størsti býur: Cheyenne
Innlimað: 10. juli 1890
Guvernørur: Matt Mead (R)
Vídd: 253 348 km²
Íbúgvar (2011): 563 626
fyri km²: 2,08/km²
Tíðarzona: UTC -7 og UTC -6
Heimasíða: www.wyoming.gov

Wyoming (enskt: State of Wyoming) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 552 túsund íbúgvum. Cheyenne er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur Wyoming mark við Montana, í eystri við South Dakota og Nebraska, í suðri við Colorado og Utah, og í vestri við Utah og Idaho. Í 1890 bleiv Wyoming lutstatur í USA. Eyknevni er Javnrættstaturin (enskt: Equality State) og Neytadrongsstaturin (enskt: Cowboy State). Hægsta punktið eitur Gannett Peak (2157 m).

Stór fylgi av bisonoksum ganga trygt á biti í Norðurvestur-Wyoming, tí har er ikki loyvt at skjóta teir. Eisini onnur súgdjór sum til dømis bjørnin, fáa friðskjól har.

Landalæra[rætta | rætta wikitekst]

Stóri lutstaturin Wyoming er umgyrdur av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Wyoming hevur mark við Montana í norðri, Idaho og Utah í vestri, Utah og Colorado í suðri, og Nebraska og South Dakota í eystri. Landslagið er fjølbroytt, her eru slættlendi, grasfløtur og høg fjøll í Rocky Mountains. Í Wyoming er fólkatættleikin lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,08 persónar fyri ferkilometurin. Fólkatættleikin í t.d. bæði USA og Føroyum er 35/km².

Í Wyoming liggur tjóðarlundin Yellowstone National Park. Yellowstone liggur í útnyrðingshorninum á statinum, á markinum móti statinum Idaho. Økið alt er tjóðarogn og á stødd sum Sæland, men tá er at minnast til, at tað eru fleiri onnur stór øki, sum eru friðað og hava mark við Yellowstone. Tilsamans er alt væl størri enn Danmark. Tjóðarlundin er tann fyrsta tjóðarlundin í USA og eisini tann fyrsta tjóðarlundin í øllum heiminum. Hon er 8987 km² til víddar. Har liva bæði bisonoksar, krúnhjørtar, úlvar, bjarnir, elgar og nógv onnur. Yellowstone Caldera er eisini í sama øki.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Cowboyar[rætta | rætta wikitekst]

Útgerð hansara var ein snara, sporar, saðil og stivlar. Vanliga fingu teir hesa útgerð á gørðunum, men summir cowboyar settu æru í at eiga hest, og nógvir høvdu eisini byrsu ella pistól at verja seg fyri indiánum.

Í nógvum amerikonskum filmum sært tú cowboyar, ið liva eitt sera spennandi lív og doyggja sum hetjur. Men í veruleikanum var lív teirra skittligt, hart og vandamikið. Millum 1860 og 1895 savnaðu teir saman villar bisonoksar í stór neytafylgi á teimum stóru vallfløtunum í Wyoming, og róku tey til býirnar at drepa og selja.

Teir sótu á hestbaki næstan allan dagin og máttu tola storm, kulda og hita og stríðast við neytatjóvar, indiánar og niðursetumenn. Um ár 1900 fóru nógvir garðar at ala drápsneyt. Samstundis vóru jarnbreytir lagdar, so neytaflutningurin varð høgligari. Hetta hevði við sær, at cowboyarnir høvdu minni at gera í Wyoming.

Enn eru cowboyar í Wyoming. Teir arbeiða á stóru gørðunum, ið ala drápsneyt. Summir garðar eru so stórir, at tað hevði vart fleiri dagar at riðið tvørtur um økið. Tí nýta nútíðar "cowboyar" tyrlur og akfør, ið kunnu koyra á ósløttum lendi, tá ið teir skulu røkta neytini.

Vár og heyst vórðu stevnur hildnar, har cowboyar høvdu kappingar og sýningar sínámillum. Hesar sýningar verða nú nevndar rodeo. Á slíkari stevnu eru kappingarnar hesar - at taka kálvar við snarulykkju, tarvariðing, tarvadystur (benda tarvin um rygg), riða á ótamdum hesti, saðlaðum og ósaðlaðum. Nútíðar rodeo í Wyoming er eisini kappkoyring við forðingum, vatngravum, o.t.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Donald Trump (R) vann forsetavalið 2016 og fekk 68,2 prosent av atkvøðunum í Wyoming. Hetta er næsthægsta talið í USA. Hillary Clinton (D) fekk 21,9 prosent.[1]

Størstu býir[rætta | rætta wikitekst]

Landspartar og býir í Wyoming

Teir fýra størstu býirnir í Wyoming eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[2]

  1. Cheyenne - 64 235
  2. Casper - 57 931
  3. Laramie - 32 711
  4. Gillette - 32 030
  5. Rock Springs - 22 653
  6. Sheridan - 17 849
  7. Green River - 11 978
  8. Evanston - 11 704
  9. Riverton - 10 996
  10. Jackson - 10 429

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 43°0′0″N 107°30′0″W / 43.00000°N 107.50000°W / 43.00000; -107.50000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]