Úlvur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Úlvur
Canis lupus laying.jpg
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Røð: Carnivora
Familja: Canidae

Úlvur er rándýr av hundaætt (Canis lupus). Sum ein av best kendu kjøtátarum er hann skjótur og væl bygdur at veiða onnur dýr. Úlvur hevur sterkan kjaft og hvassar tenn. Úlvar kunnu eta upp í 9 kg av kjøti hvørja ferð. Hildið verður, at úlvur er ættfaðir at nútíðar tomu hundunum. Hann er størsta hundaslag og verður minst 2 m úr halasnippi í trýni. Er nóg mikið at eta, kunnu einir 20 úlvar halda saman í flokki, men er matneyð, býta teir seg sundur í smáar flokkar, einir 7 í hvørjum. Hvør flokkur hevur sín oddahund, sum allir hinir í flokkinum akta.

Skoðanir