Iowa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Iowa.svg Iowastateseal.jpg
Map of USA IA.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Des Moines
Størsta býur: Des Moines
Innlima: 28. desember 1846
Guvernørur: Terry E. Branstad (R)
Vídd: 145,743 km²
Íbúgvar (2011): 3 046 355
fyri km²: 20.22/km²
Tíðarzona: UTC-6/-5
Heimasíða: www.Iowa.gov

Iowa (enskt: State of Iowa) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 3,0 mió. íbúgvar. Í norðri hevur hann mark við Minnesota, í eystri við Wisconsin og Illinois, í suðri við Missouri, og í vestri við South Dakota og Nebraska.

Eyknevni hansara er Heykurseygastaturin (enskt: The Hawkeye State).

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Iowa er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA, tí har byrja undanvalini í februar. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir, finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í Iowa, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. Hetta hendi hjá Barack Hussein Obama, tá demokratiski flokkurin hevði undanval í 2008.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Landbúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Iowa er eitt slætt og lágt slættland. Hægsta punktið eitur Hawkeye Point (510 m.).

Alt landið, sum tað er, er ein akur. Nú er at kalla øll tann ovurstóra fløtan uppdyrkað, og hon er av bestu jørð, fáa ella ongastaðni í heiminum heysta teir so nógv korn sum í Iowa. Summir garðarnir eru ovurhonds stórir, og teir hava eingi neyt ella onnur kríatúr. Alt arbeiði verður gjørt við maskinamboðum, teir pløga og saksa við harvum og traktorum, sum taka fleiri metrar fyri ísenn, sáa við stórum sáðmaskinum og heysta við stórum skurðtreskjarum, sum skera kornið, treskja tað og fylla tað í bilar, sum koyra aftaná, síðan verður tað koyrt heim og blást upp í tey stóru goymslubingini.

Norðuri í statinum verður hveitin sáað um várið, men sunnari, har kuldin er minni, verður hon sáað um heystið. Tað ræður um, at veðurlagið verður ikki ov turt, frá tí hveitin fer at næla, og til hon er rættiliga samanskotin. Men sjálvt um hetta lukkast, og kornárið sýnist at fara at verða av tí besta, so kann bóndin ikki vera vísur í, at árið kemur at vignast, stórir flokkar av ongsprettum kunnu setast í akrarnar, og so gera tær alt svart eftir einari løtu. Tað kann eisini henda, at tað verður stormur og frekur heglingsælingur, tá ið kornið er um at verða búgvið, og so legsast alt niður, so tað ikki kann skerast. Í august og juli fara teir at heysta inn, og tá ræður um at fáa turt veður.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy ·Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy