North Dakota

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Norðurdakota)
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of North Dakota.svg Northdakotastateseal.jpg
Map of USA ND.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Bismarck
Størsta býur: Fargo
Innlima: 2. november 1889
Guvernørur: Jack Dalrymple (R)
Vídd: 183,272 km²
Íbúgvar (2011): 672,591
fyri km²: 3.592/km²
Tíðarzona: UTC -7/-6/-5
Heimasíða: www.nd.gov

North Dakota, á føroyskum ofta nevndur Norðurdakota (enskt: State of North Dakota), er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 672 túsund íbúgvar. Høvuðsstaðurin kallast Bismarck og Fargo er størsti býurin. Í 1889 bleiv North Dakota lutstatur í USA. Í norðri hevur hann mark við Kanada (landslutir: Saskatchewan og Manitoba), í eystri við Minnesota, í suðri við South Dakota, og í vestri við Montana. Eyknevni hansara er Friðurtagarðstaturin (enskt: The Peace Garden State).

Fólkið er ættað úr Týsklandi (46,9 %), Noregi (30,1 %), Írlandi (8,2 %) og Svøríki (4,8 %).

Búskapur [rætta]

Landbúnaður [rætta]

Myndin er tikin tætt við Mayville.

Norðurdakota er ein fløta, øll sum hon er. Veturin er kaldur og kavin ovurhonds nógvur, hann legst niður tíðliga um heystið og liggur so langt út á várið, men summarið er heitt. Áðrenn evropear komu til Dakota í 1738, lá fløtan sum hagi, men nú er tað mesta av henni undanvelt, og har sum indiánar fyrr eltu dýrini, standa nú maisakrar og hveitiakrar, so langt eygað røkkur. Til at pløga hesar stóru akrar hava teir sterkar traktorar, og kornið verður innheystað við skurðtreskjara.

Óføra stórir eru nógvir av gjørðunum, og hetta ger, at bóndunum nýtist ikki at tøða jørðina so nógv, sum teir gera í búnaðarlondum í t.d. Evropa. Teir velta bara ikki korn ella aðra grøði í sama stykki meir enn eitt ár og lata so liggjaóvelt aftur í tvey ella fleiri ár. Eplum og rótum velta teir eisini nógv av har norðuri.

Sí eisini [rætta]


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy ·Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy