Oklahoma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Oklahoma.svg Oklahomastateseal.jpg
Map of USA OK.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Oklahoma City
Størsta býur: Oklahoma City
Innlima: 16. november 1907
Guvernørur: Mary Fallin (R)
Vídd: 181,196 km²
Íbúgvar (2011): 3,751,351
fyri km²: 19.4/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.ok.gov

Oklahoma (enskt: State of Oklahoma) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 3,7 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Oklahoma City. Í norðri hevur Oklahoma mark við Kansas og Colorado, í eystri við Missouri og Arkansas, í suðri við Texas, og í vestri við New Mexico. Eyknavni hansara er Skjóttaristaturin (enskt: The Sooner State). Orðið Oklahoma kemur úr Choctaw og merkir reyðmanslandið.

Innihaldsyvirlit

Søga [rætta]

Upprunafólkið [rætta]

Mangir indiánar í Oklahoma doyðu í stríðnum við evropeiskar niðursetumenn.

Fyrstu fólk, ið settu búgv í Oklahoma, komu úr Asia fyri fleiri enn 12 000 árum síðan [1]. Tey eltu djórini, ið tey veiddu. Sum frá leið livdu ættirnir í skipaðum samfeløgum. Fjaðrar vístu, hvussu raskur indiáni hevði verið í bardøgum. 1 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda; 2 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda og tikið hársvørðin við sær; 3 vísti, at hann hevði skorið ein fígginda á háls; og 4 bar boð um, at hann var sjálvur særdur í bardaga.

Í 1541 komu á fyrsta sinni fólk úr Spania til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjá upprunafólkinum. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í 19. øld gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsund indiánarnir [2] í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjá osaga, størstu indiánaættini í Oklahoma [3], er meira enn 5,966.80 km² í Osage County.

Yvirgangsálop [rætta]

Í 1996 vaks óttin fyri atsóknum frá víðgongdum hernaðarligum høgrabólkum, sum stríðast fyri hvítum yvirræði í Oklahoma. Í 1995 sorlaði ein bilbumba eini samveldishús í Oklahoma City í Oklahoma, og 167 børn og vaksin doyðu. Høgravíðgongdi Timothy McVeigh (23. apríl 196811. juni 2001), ið hevði verið amerikanskur hermaður, varð seinni dømdur frá lívinum fyri ræðuligu bumbuatsókina.

Føðingar í Oklahoma [rætta]

Keldur [rætta]

  1. http://www.ou.edu/cas/archsur/flash/oklahoma.html
  2. http://www.census.gov/prod/2002pubs/c2kbr01-15.pdf
  3. Census of 2000, United States Census Bureau

Myndasavn [rætta]


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy ·Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy