Fosturtøka
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fosturtøka er tað at taka ófullborið fostur úr móðurlívi. Nógv kristin siga seg vera ímóti fosturtøka. Í Føroyum er lógin frá 1959 viðvíkjandi fosturtøku enn í gildi (anordning nr. 228 af 20. juni 1959 om ikrafttræden på Færøerne af lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.m.") Sambært hesi lóg kann avgerð um fosturtøku verða tikin av einum sjúkrahúsyvirlækna, sum er settur á einum av teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum, "dersom afbrydelsen er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred og såfremt tilfældet er begrundet i sygdom, og dette er konstateret på et af de i loven omhandlede sygehuse".
Í Føroyum eru í miðal 46 fosturtøkur um árið. Talið av framdum fosturtøkum í Føroyum í 2005 var 29. Í 2004 var talið 44.