Theodore Roosevelt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Theodore Roosevelt (1858 - 1919)

Theodore Roosevelt (27. oktober 1858 - 6. januar 1919) var neytabóndi, veiðimaður og rannsóknarfari, umframt at hann var politikari. Hann fekk innlit í politikk sum nýskipanar-republikanari í New York og gjørdist væl umtóktur sum ovasti fyri sjálvbodnu Rough Riders, eitt reiðlið, ið gjørdu tænastu í spanska-amerikanska krígnum 1898. Sama ár varð hann valdur landshøvdingi í New York, og í 1901 gjørdist hann varaforseti. Eftir tað at William McKindley forseti varð myrdur í september í 1901, gjørdist Roosevelt forseti, og í 1904 varð hann afturvaldur. Stjórn hansara setti í verk eina nýskipanarætlan, og týdningarmestu broytingarnar vóru, at rættindi hjá stórfyritøkunum vórðu avmarkað, og tiltøk vórðu sett í verk at verja náttúrutilfeingið í USA. Roosevelt tálmaði eisini valdsmisnýtsluna hjá jarnbreytafeløgunum og stytti arbeiðstíðina hjá børnum, sum arbeiddu á verksmiðjum. Í uttanríkspolitikki eggjaði hann Panama at taka loysing frá Kolumbia, og afturfyri útvegaði USA sær rættindi til at gera Panamaveitina.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]