George Washington

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
George Washington (1732-1799)

George Washington (22. februar 1732 - 14. december 1799) var fyrsti forseti hjá USA, 1789-1797.

George Washington varð føddur í Virginia og var langabbasonur ein enskan niðursetumann í USA. Fyrst gjørdist hann landmátari, men hann las eisini herstjórnarfrøði. Í 1750-árunum var hann í hjálandaherinum. Hann umboðaði Virginia fyrstu tingseturnar í byrjanini av Amerikanska Frælsisbardaganum og gjørdist hægstráðandi fyri amerikanska herinum. Washington var eisini valdur fyrsti forseti í USA í 1789 og sat í tvey fýraáraskeið. Seinastu árini var hart stríð ímillum føderalistarnar (samveldismenninar), sum tóku undir við einum sterkum samveldisstýri, og republikanarnar, sum løgdu mest dent á rættindini hjá einstaka borgaranum og samveldisríkjunum.


Sí eisini [rætta]