James Monroe
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
James Monroe (28 apríl 1758 – 4. juli 1831), fimti forseti í USA, skrivaði í eini yvirlýsing til kongressina í USA í 1823, at meginlondini Suðuramerika og Norðuramerika vóru ikki longur øki, har evropearar kundu taka hjálond. Setningurin hevur seinni havt við sær, at leggja fremmand lond seg upp á politisk viðurskifti í Latínamerika, fatar USA tað sum fíggindaligt virksemi, ið kann elva til kríggj.