George W. Bush
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
George Walker Bush (føddur í New Haven, Connecticut í USA 6. juli 1946) var 43. forseti í Sambandríki Amerika. Hann umboðar republikanararnar. Bush bleiv forseti í 2001, eftir at hava vunnið á Al Gore, forsetavalinum hjá demokratunum, í tí sonevnda javnasta valinum í amerikanskari søgu. Bush bleiv afturvaldur í 2004, eftir at hava vunnið á John Kerry hjá demokratunum, hesa ferð so dyggiliga. Bush var tíðligari guvernørur í Texas. Hann er eisini sonur tíðligari forsetan George Bush. George W. Bush er annar amerikanski forseti, sum er sonur ein annan forseta.
[rætta] Bakgrund
Bush bleiv føddur í Connecticut, men vaks upp í Texas. Sum ungur gekk hann á privata kostskúlanum Phillips Academy í Andover í Massachusetts, sama skúla, sum pápin í sínari tíð las við. Í 1968 tók Bush bachelorútbúgving í søgu á Yale University. Aftaná leitaði hann sær til Texas Air National Guard. Har bleiv hann militeroffiserur, og í 1970 varð hann góðkendur jekaraflogfarspilotur. Hann fleyg tá Convair F-102 Delta Daggaran. Í 1972 bleiv hann koyrdur, av tí at hann ikki møtti upp til heilsukanning, og árið eftir fór hann úr flogverjuni. Militera karrieran hjá Bush varð havd á lofti í valdystunum í 2000 og 2004. Aftaná militerið tók Bush MBA á Harvard University. Hann bleiv liðugur í 1975 og flytti aftur til Texas, har hann fekk starv innan olju. Í 1977 giftist hann við Lauru Bush, sum var bókavørður og lærari.
[rætta] Sí eisini