Rick Perry

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Rick Perry.

James Richard "Rick" Perry (føddur 4. mars 1950 í Paint Creek, Texas) er guvernørur í Texas. Rick Perry hevur verið guvernørur í Texas síðani 2000, tá hann tók við eftir George W. Bush [1]. Rick Perry segði í august 2011, at hann eisini umhugsar at leggja seg út í kappingina um, hvør skal bjóða Barack Obama (D) av í 2012 [2]. Í talu síni segði Rick Perry millum annað, at skal skil aftur fáast á búskapin í landinum, skal arbeiðsloysið minkað og skal álit aftur fáast á USA, so er neyðugt at fara til Washington DC við einum uppsagnarskrivi. Rick Perry vísti á, at seinasta árið eru 40 % av øllum nýggjum arbeiðsplássum í USA vorðin til í Texas; hóast Texas bert hevur 10 % av samlaða fólkatalinum í USA. Um Rick Perry verður amerikanskur forseti, verður eitt tað fyrsta, hann fer at gera, at fáa sonevnda heilsupakkan hjá Barack Obama burtur. Hann fer eisini at vera nógv strangari við markinum millum Meksiko og USA. Rick Perry er útbúgvin í amerikanska flogvápninum [3]. Hann er giftur og hevur tvey børn, ein drong og eina gentu.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7749228
  2. http://www.latimes.com/news/politics/la-pn-perry-president-20110813,0,6052473.story
  3. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/artikkel.php?artid=10081258