Joe Biden

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Joe Biden
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. nov 1942 í/á Scranton
Alma mater Syracuse University, University of Delaware, Archmere Academy, Garden City Collegiate
Starv politikari, advokatur, lektari á fróðskaparsetri, international forum participant, høvundur
Politiskur flokkur Demokratiski Flokkurin
Trúgv Katolisisma
Børn Beau Biden, Naomi Biden, Hunter Biden, Ashley Biden
Foreldur móðir Jean Biden faðir Joseph Robinette Biden Sr.
Mál Enskt mál
Undirskrift
Heimasíða https://joebiden.com, https://joebiden.com/es/inicio
Dátuheiti
ISNI 0000000114446482
VIAF 55438660
LCAuth n80016125
IMDB nm0081182
Commons Joe Biden

Joseph Robinette Biden (føddur 20. november 1942 í Scranton, Pennsylvania) er núverandi forseti í USA, senatorur úr Delaware. Hann hevur stóra uttanríkispolitiska vitan og er formaður í Uttanríkisnevndini hjá senatinum. Biden sat í amerikanska senatinum frá 1973, til hann tók við sum varaforseti hjá Barack Obama í 2009. Han hevur stillað upp til forsetavalið fleiri ferðir, fyrst í 1988 og aftur í 2008 og í 2020 bleiv hann valdur til forseta.

"Hvussu kunnu republikanararnir verja ætlanina at hækka skattin, tá meðalstættin hevur verið jarðað tey seinastu fýra árini", spurdi Biden í einari røðu fyri demokratiskum stuðlum í statinum North Carolina í okt. 2012. Seinni hevur Biden roynt at rætta mistakið við at siga, at hann var mismæltur, og at hann skuldi siga, at meðalstættin var jarðað av tí politikki, sum Mitt Romney (R) styðjar. Eisini Hvítu Húsini hava roynt at rætta mistakið hjá varaforsetanum. Republikanararnir vóru skjótir at gera sær dælt av mistakinum hjá Biden. Á einum veljarafundi í Iowa segði varaforsetaevnið hjá republikanarunum, Paul Ryan (R), at hann var púra samdur við Joe Biden í, at meðalstættin er jarðað tey seinastu fýra árini [1].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.guardian.co.uk/world/2012/oct/02/joe-biden-gaffe-four-years

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]