Donald Trump

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Donald Trump.

Donald John Trump, Sr. (f. 15. juni 1946 í New York City, New York í USA) eigur fleiri milliardir $, og hann sigur við sjónvarpið ABC News, at hann er til reiðar at brúka 200 milliónir dollarar av sínum egnu pengum til valstríðið í 2012 [1]. Amerikanski byggikongurin og ríkmaðurin sigur, at hann umhugsar at stilla fyri republikanska flokkin upp til forsetavalið í 2012. Tað fer ikki at standa á hjá honum at fíggja eitt valstríð. Í samrøðuni við ABC News avdúkar Trump, at verður hann valdur til forseta, fer hann at reka eina harðari handilspolitiska kós mótvegis Kina og kinesiska búskapinum, enn USA higartil hevur gjørt. Trump leggur afturat, at soleiðis sum tað gongur nú, fer Kina at taka seg fram um USA innan fyri 10 ár. "Eg síggi, hvussu tað gongur, og satt at siga hevur okkara land ongantíð verið so illa fyri sum nú. Tað er skammiligt. Eg elski mítt land. Vit hava eitt avbera gott land, men tað er ikki so gott, sum tað plagdi at vera", sigur hann [2].

Donald Trump sigur, at hann fer væntandi at taka endaliga avgerð í mai 2012, hvørt hann stillar upp ella ikki [3].

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://abcnews.go.com/blogs/politics/2011/12/third-party-challenges-for-paul-trump-bloomberg/
  2. http://www.foxnews.com/on-air/on-the-record/transcript/trump-039i039m-incredibly-tempted039-run-president
  3. http://origin.nydailynews.com/blogs/dailypolitics/2011/12/sorry-mr-trump-mitt-cant-make-your-debate-0