John Quincy Adams

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

John Quincy Adams (11. juli 1767 – 23. februar 1848), forseti í USA 1825–1829, var maðurin aftan fyri Monroe-doktrinina. Í 1828 varð sonur John Adams, táverandi forsetin, John Quincy Adams – kendur frá søguni um trælaskipið Amistad – partur av einum skitnum valstríði. Demokraturin, Andrew Jackson nevndi Adams ein antireligiøsan, bretsktsinnaðan og kongatrúgvan forseta, sum bara hevði korrupt fólk í sínum starvsliði. Republikanarnir og Adams góvu eina heila bók út, um hvussu ótrúgvur Jackson hevði verið tey 37 árini hann hevði verið giftur. Bókin nevndi eitt ótal av frillum, sum teir søgdu Jackson hevði havt. Haraftrat nevndu republikanarnir Andrew Jackson ein slagsbróðir, ein fordruknan hasardspælara, ein lygnara og trælahandlara. Kona Jackson, Rachel hevði verið gift áður. Mótstøðumennirnir kallaðu hana eina skitna skøkju. Jackson vann tað skitnu orrustuna, tá saman um kom. Men kona hansara var hjartaknúst av øllum leysasøgunum, republikkanarnir høvdu sett í gongd, og stutt aftaná valorrustuna doyði Rachel Jackson.