Republikanski Flokkurin
Republikanski Flokkurin (enskt: The Republican Party, The Grand Old Party ella GOP) er ein konservativur, liberalur og kapitalistiskur flokkur, annar av báðum størstu flokkunum í USA (hin eitur Demokratiski Flokkurin). Limirnir verða nevndir "republikanarar". Hann roynir nú at linka vápnalógirnar, stuðla Irakskrígnum (dystinum yvirgangi til undirgangs), tala fyri deyðarevsing, tálma almennari uppílegging, lágan skatt og at USA skal verða sterkt í heiminum. Republikanski Flokkurin er eisini fyri at skerja tær almennu útreiðslurnar.
Summi vilja vera við, at flokkurin skal gerast meira konservativur, meðan onnur siga sum so, at fyri at fáa fleiri amerikanarar við, noyðist flokkurin at sleppa konservativu virðunum, og til dømis stuðla samkyndum. Ein av teimum, sum leingið hevur gjørt fólki greitt, at Republikanski Flokkurin skal finna nýggj nýmótans virði og taka ímóti ungóminum, er Cindy McCain. Hon hevur javnan skeldast við konservativa politikarar og fjølmiðlafólk, og er serstakliga væl dámd á Twitter. Summi vilja enntá vera við, at hon er ein av teimum komandi stórpolitikarunum í Republikanska Flokkinum.
Kend nøvn hava verið forsetarnir Abraham Lincoln, George W. Bush, Theodore Roosevelt, Dwight D. Eisenhower, Richard Nixon og Ronald Reagan. Reince Priebus er floksleiðari fyri GOP.
[rætta] Forsetavalið 2012
Republikanararnir í USA fáa ikki trupult við at finna evni til forsetavalið 2012. Í Republikanska flokkinum tykist tað vera púra opið, hvør skal avloysa Barack Obama, forseta, sum forsetavalevni, og hvør harvið skal royna á triðja valinum upp í slag at tryggja Republikanska flokkinum týdningarmikla sessin í Hvítu húsunum. Eygleiðarar í Amerika vænta, at fyrrverandi guvernørurin í Alaska, Sarah Palin, er á veg við einari kunngerð um, at hon ætlar sær eisini at dyrgja eftir uppstillingini hjá Republikanarunum. Í apríl 2011 kunngjørdi Mitt Romney, fyrrverandi guvernørurin í Massachusetts, at hann ætlar sær at liggja framvið.
Mitt Romney, sum higartil hevur verið best umtókta Republikanska forsetavalevnið, hevur verið greitt á odda í veljarakanningum, men nú tykist alt vera púra opið. Rick Perry segði í mai 2011, at hann eisini umhugsar at leggja seg út í kappingina um, hvør skal bjóða Barack Obama av í 2012. Rick Perry hevur verið guvernørur í Texas síðani 2000, tá hann tók við eftir George W. Bush, sum tá gjørdist forseti. Amerikanskir fjølmiðlar hava fleiri ferðir nevnt Rick Perry sum eitt møguligt forsetavalevni hjá republikanarunum, men higartil hevur hann víst hesum aftur.