Liberalisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
"Vote liberal: The gates are mine to open".

Liberalisma er politisk hugsjón, har tað er týdningarmest at leggja dent á frælsi og møguleikarnar hjá tí einstaka. Og at hava ein veikan stat og lágan skatt. Hon gongur út uppá javnbjóðis rættindi. Øll skulu hava somu rættindir og somu møguleikar. Øll fólk og øll vinna skulu hava fullan rætt til at virka innanfyri galdandi lógarkarmar. Týdningarmikið við liberalismu er eisini, at tey, sum arbeiða, skulu fáa pengar, meðan tey, sum ikki arbeiða, meir ella minni ongar pengar skulu fáa. Liberalisman er sjónligast í Norðuramerika. Greiðastu mótsetningar til liberalismu eru sosialisma og kommunisma.

Í fronsku kollveltingini vóru loysunarorðini ’’frælsi, javnaður og brøðralag’’. Liberalisman setur frælsi í hásæti. Í 1789 kom mannarættindayvirlýsingin, sum í 17 greinum vísir á grundleggjandi rættindi hjá fólki. Í 19. øld vóru mong hugtikin av liberalismuni. Øll skuldu hava sama rætt at siga sína hugsan bæði í skrift og talu. Liberalistisku sjónarmiðini ávirkaðu eisini fíggjarstøðu landsins.