Tjóð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Orðið tjóð er gamalt norrønt, þjóð, og kann í høvuðsheitum merkja tvey ting:

  • Fólk, flokkur av fólki av somu rót og við felags máli, mentan, søgu og tílíkum. Her hongur hugtakið saman við einum felags samleika. Føroyingar, t.e. fólkið, eru ein tjóð eftir hesi merking.
  • Land, um ein tjóð serliga heldur til í einum ávísum avmarkaðum øki, verður hetta økið ofta nevnt ein tjóð. Føroyar, t.e. landið, er tjóð eftir hesi merking.

Afturat hesum upprunamerkingum hevur orðið tjóð eisini fingið aðra merking:

  • Fullveldisríki, sjálvstøðugt land, sum er viðurkent av altjóða samfelagnum. Her er bland komið í. Ein tjóð hevur í grundini einki við politiskar eindir at gera. Men av tí at tjóðir hava lyndi til at skipa seg í politiskar eindir eftir egnari siðvenju, og av at nógv av heimsins fullveldisríkjum gjøgnum søguna hava í grundini verið tjóðir, eru orðini vorðin samheiti. Orðini merkja ikki tað sama, men hava av siðvenju fingið nakað sama týdning.