New York
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Land: | |
| Alment mál: | Enskt |
| Høvuðsstaður: | Albany |
| Størsta býur: | New York City |
| Innlima: | 26. juli 1788 |
| Guvernørur: | Andrew Cuomo (D) |
| Vídd: | 141,299 km² |
| Íbúgvar (2006): | 19 306 183 |
| fyri km²: | 155.18/km² |
| Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
| Heimasíða: | www.ny.gov |
New York er ein lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 19 mió. íbúgvar. Albany er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er New York City. Í norðri hevur New York mark við Kanada (landslutir Ontario og Quebec) og Ontariovatn, í eystri New Hampshire, Massachusetts og Connecticut, og í suðri Pennsylvania.
Eyknevni hansara er the Empire State.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
[rætta] Fyrstu lyfturnar
Í stórbýum í New York hevði verið sera trupult at arbeitt ella at farið til handils, um ikki lyftur ella rullitrappur vóru. Fólk høvdu verið noydd at gingið trappur upp og trappur niður í háhúsum og í støðum undir jørð, og trupult hevði verið hjá illa gongdum fólki at sloppið upp og niður. Otis Elevator Company (OTIS) gjørdu í Yonkers, New York í 1852 fyrstu lyftuna, hon gekk við dampspæli.
Í 1854 sýndi verkfrøðingurin Elisha Graves Otis (3. august 1811 – 8. apríl 1861) á fyrsta sinni fram trygdarlyftu sína. Standandi á henni høgt uppi, gav hann boð um at kvetta línuna, ið helt lyftuni. Bremsurnar tóku straks um stýrisskinnarnar, so hon datt ikki niður. Síðan hava allar lyftur í New York havt hesa trygdarskipan. Í 1872 varð oljutrýstlyftan uppfunnin eisini í New York, og í 1907 uppfann týska fyritøkan Siemens elektrisku lyftuna.
[rætta] Kreppa
Eftir fyrra veraldarbardaga var búskaparlig framgongd í USA í nøkur fá ár, til kreppa í landbúnaðinum, sum stóðst av ov nógvum korni og øðrum búnaðarvørum, trýsti prísirnar niður. Virðisbrævamarknaðurin í New York City rapaði í 1929, og tað elvdi til eina búskaparkreppu, sum breiddi seg um allan USA og heimin. Í t.d. Brasil gjørdi álvarslig búskaparkreppa, tá ið prísurin fall á gummi og kaffi. Mong menniskju í USA fóru á húsagang eftir skrædlið í New York. Fólk seldu bilar og aðrir virðislutir fyri lítið og einki til tess at fáa sær reiðan pening.
[rætta] Politikkur
[rætta] Samkynd
Senatið í New York samtykti í 2011 at viðurkenna rættin hjá samkyndum at ganga saman í hjúnarlag. Uppskotið varð samtykt við 33 takvøðum fyri og 29 ímóti. New York er tann sætti amerikanski staturin, sum viðurkennir hjúnarlag millum samkynd.
[rætta] Sí eisini
| Høvuðsstaðarøki |
| District of Columbia |
| Amerikanskir statir |
| Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming |
| Amerikonsk hjálond |
| Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy |