Heimskreppan 1929

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Eftir fyrra heimsbardaga, var USA ríkasta og sterkasta land í heiminum, og útflutningurin til krígsherjaða Evropa vaks ógvuliga nógv. Skjótt hevði tað ovurframleiðslu við sær, útboðið gjørdist størri enn eftirspurningurin. Útflutningurin minkaði, ídnaðurin avmarkaði framleiðsluna, flutningsfeløgini minkaðu virksemið, og ikki leið long tíð, til fleiri milliónir arbeiðspláss vórðu burtur. Samstundis hildu peningamenn og bankar fram at keypa og selja á virðisbrævamarknaðunum. Í oktober í 1929 gjørdist brádliga ruðuleiki á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street í New York, tá ið fleiri milliónir virðisbrøv vórðu seld í einum. Úrslitið varð, at fyritøkur, bankar og einstaklingar fóru á heysin. Eftir einum degi feyk alt álit á fíggjarskipanina, og brátt varð allur Vesturheimurin lamdur av álvarsligari búskaparkreppu. Í Evropa royndu stjórnirnar í teimum ymsu londunum at berjast ímóti kreppuni á ymsan hátt. Í Týsklandi hevði kreppan við sær, at Hitler og nazistaflokkur hansara fingu dygga undirtøku.