New York City

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá New York City Kort av New York City
Grunddáta
Land: Flag of the United States.svg USA
Lutstatur: Flag of New York.svg New York
Vídd: 1,214.4 km²
Íbúgvar (2007): 8 274 527
fyri km²: 10,456/km²
Heimasíða: www.NYC.gov

New York City (enskt: The City of New York), ella bara New York, er ein býur í lutstaturin New York í USA. Við munnan á Hudsoná á eysturstrondini í USA er størsti og ein av elstu býum í USA, New York. Býurin hevur umleið 8 mió. íbúgvar og er ein av heimsins størstu býun. New York City er kendur sum "býurin, ið aldri svevur". Hann er eisini kendur fyri nógvu søvnini, sjónleikarhúsini, matstovurnar og viðarlundirnar.

New York varð bygdur í 1624, og roknar tú útjaðaran uppí, búgva 19 mió. fólk har. Sameindu Tjóðir, ST, hava høvuðssæti har. Mong máttmikil fleiritjóðafeløg hava høvuðsskrivstovu í New York City. Í New York eru eisini nógv sjónleikarhús, søvn og grønar lundir.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fíggjarvinna

1: Manhattan, 2: Brooklyn, 3: Queens, 4: Bronx, 5: Staten Island

New York City er við munnan á Hudsoná, var upprunaliga handilsmiðstøð hjá feldveiðimonnum. Nú er býurin fíggjarhøvuðsstaður í USA. Í Wall Street, sum eitur soleiðis, tí at gøtan er við gamla býarmúrin (City Wall), er virðisbrævamarknaðurin. Her verður keypt og selt fyri nógvar milliardir dollarar hvønn dag, og stóru telduskíggjarnir siga frá handil og fígging um allan heim. Har eru nógvar skrivstovur, tí New York er fíggjardepilin í Amerika, og nógvar stórfyritøkur halda til har.

[rætta] Býlingur

New York City hevur fimm býarpartar, sum eru Bronx, Manhattan, Queens, Brooklyn og Staten Island. Bronx og Manhattan eru sunnari parturin av eini langari oyggj, og norðari parturin verður kallaður Long Island, og er ikki partur av New York City. Eyðkent fyri miðbýin, Manhattan, eru skýskravararnir, sum mangir eru hægri enn 300 m. Manhattan, miðbýurin í New York, stendur á lítlari oyggj millum áirnar Hudson og Red River.

[rætta] Systurstaðir

1960 Flag hjá Japan Tokyo, Japan
1980 Flag of the People's Republic of China Beijing, Fólkalýðveldið Kina
1982 Flag hjá Egyptaland Keiro, Egyptaland
1982 Flag hjá Spain Madrid, Spania
1983 Flag hjá Dominican Republic Santo Domingo, Dominikanalýðveldið
1992 Flag hjá Hungary Budapest, Ungarn
1992 Flag hjá Italy Róm, Italia
1993 Flag hjá Israel Jerúsalem, Ísrael
2001 Flag of the United Kingdom London, Bretland
2003 Flag hjá South Africa Johannesburg, Suðurafrika












[rætta] Sí eisini

Skoðanir
Onnur mál