Adolf Hitler

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Adolf Hitler


Adolf Hitler (20. apríl 1889 - 30. apríl 1945 var týskur politikari og leiðari av tí tjóðskaparsosialistiska týska arbeiðaraflokkinum (á týskum: Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei (NSDAP), vanliga kendur sum nazista-flokkurin). Hitler var týskur ríkiskanslari frá 1933 til 1945 og einaræðisharri Í Týsklandi (við heitinum Führer und Reichskanzler) árini 1934-1945. Hann hevði ein avgerandi høvuðsleiklut í stovnanini av Nazismuni, í Seinna heimsbardaga og í Holocaust.

Hitler var borin í heim í Eysturríki-Ungarn. Hann fekk seinni týsk ríkisborgararættindi og stillaði upp til týska forsetavalið í 1932. Hann vann tó ikki, men í 1933 gjørdist hann ríkiskanslari. Hetta var eitt fet á leiðini til einaveldið. Tá forsetin Hindenburg doyði í 1934 gjørdist Hitler bæði kanslari og forseti og útnevndi seg sjálvan til ríkisførari, harav týska heitið Führer und Reichskanzler. Tá hann nú var einaveldisharri avgjørdi hann, at bólkar av øðrvísi fólkum skuldu avrættast, herundir jødar og samkynd. Eisini gjørdust fakrørslurnar ólógligar, og umfatandi sensurur varð framdur.

Hitler verður mest settur í samband við seinna heimsbardaga, Holocaust og nazistisku rørsluna í Týsklandi.

29. apríl 1945 varð hann giftur við Evu Braun. Tey tóku sítt egna lív saman í seinastu døgunum í seinna heimsbardaga.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]