Yvirgangsálopið 9/11

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
9/11.

Yvirgangsálopið 9/11 var eitt yvirgangsálop í New York City, USA í 2001. 2.995 fólk úr meira enn 70 londum doyðu. Islamski yvirgangsbólkurin, Al-Qaeda, stóð aftan fyri yvirgangin [1]. Líka síðan hevur verið leitað eftir Osama bin Laden, fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddi Barack Obama forseti frá hvussu Osama bin Laden 2. mai 2011 varð dripin í Abbottabad, sum liggur norðanfyri Islamabad í Pakistan. Amerikanska fregnartænastan hevði arbeitt við upplýsingum, teir fingu í august, og gav Barack Obama boðini, at eitt lítið amerikanskt herlið skuldi leypa á ein bygning, har Osama bin Laden helt til.

Í 2011 eru tað 10 ár síðan World Trade Center tvíburatornini raplaðu niður í New York í 2001, aftaná at tvey flogfør høvdu rent inn í tornini. Bæði tornini duttu niður upp á minni enn 2 tímar. Tað vóru fýra flogfør, sum vóru rænd tann dagin. Tvey rendu inn í tvíburatornið, tað triðja flogfarið rendi inn í Pentagonbygningin, sum liggur í Virginia, og tað fjórða datt niður á eina mark í Pennsylvania. Enn er mann ikki sikkur í, hvar tað fjórða skuldi renna á, men talan er um, at málið var Hvíta Húsið í Washington DC, har amerikanski forsetin býr.

Yvirgangsatsóknin 11. september í 2001 var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. USA vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið í Afghanistan og Irak var grundað á hevnd yvir álopini í USA.

Ein familja, nær World Trade Center, filmaði alt yvirgangsálopið, 11. septembur í 2001. Ikki fyrrenn fimm ár seinni (í 2006) almannakunngjørdu tey filmin. Filmurin er sera persónligur, tí viðmerkingar og grátur frá familjuni hoyrist týðiliga. Tað var ein ring avgerð at taka at leysgeva filmin. Men filmurin er søga og sýnir, uttan sensur, hvussu hendingin veruliga fór fram, siga Bob og Bri, sum filmaðu ræðuligu hendingina, frá byrjan til bygningarnir rapaðu [2].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://snl.no/11._september_2001
  2. http://wesawthat.blogspot.com/2006/09/what-we-saw.html