Montana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Montana.svg Seal of Montana.svg
Map of USA MT.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Helena
Størsta býur: Billings
Innlima: 8. november 1889
Guvernørur: Brian Schweitzer (D)
Vídd: 381,156 km²
Íbúgvar (2011): 989 415
fyri km²: 2.51/km²
Tíðarzona: UTC -7 og -6/
Heimasíða: www.mt.gov

Montana (enskt: State of Montana) er triðstørsti statur í Sambandsríki Amerika og hevur umleið 989 túsund íbúgvar. Høvuðsstaðurin kallast Helena og størsti býurin er Billings. Í norðri hevur hann mark við Kanada (landslutir: British Columbia, Alberta og Saskatchewan), í eystri við North Dakota og South Dakota, í suðri við Wyoming og Idaho, og í vestri við Idaho. Í 1889 bleiv Montana lutstatur í USA.

Eyknevni hansara er Skattstaturin (enskt: Treasure State).

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Indiánarnir[rætta | rætta wikitekst]

Slagið um Little Bighorn. Sjálvbodnir ríða úr leguni og fara upp í eina fylking ella eitt krígslið hjá siouxkrígsmonnum.

Um miðju 19. øld fóru vápnað niðursetufólk at byggja garðar á grasfløtunum í Montana, herurin í USA veitti teimum stuðul [1]. Tey týndu bisonneytini fyri at rudda lendið. Í 1859 livdu milliónatals bisonneyt á fløtunum í Montana, men í 1889 vóru færri enn túsund eftir. Avleiðingarnar vóru, at indiánarnir høvdu hvørki mat ella bústað.

Teir vóru vorðnir óførir at skjóta av rossabaki eftir tað, at spaniamenn høvdu havt ross og byrsur við sær til USA í 16. øld, og nú í 1866 noyddi siouxhøvdingin Red Cloud amerikonsk herlið burtur av veiðilendinum hjá siouxindiánunum. Við Little Bighorn í Suðurmontana í 1876 drupu siouxkrígsmenn hjá høvdingunum Sitting Bull og Crazy Horse 250 hermenn hjá USA, heryvirmaður teirra var George Armstrong Custer [2]. Men indiánarnir megnaðu ikki at verja seg, og øll mótstøða í Montana varð bard niður.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/546854/Sitting-Bull
  2. http://www.astonisher.com/archives/museum/wm_slaper_little_big_horn.html

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingmanoyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj