Florida
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Land: | |
| Alment mál: | Enskt |
| Høvuðsstaður: | Tallahassee |
| Størsta býur: | Jacksonville |
| Innlima: | 3. mars 1845 |
| Guvernørur: | Charlie Crist (R) |
| Vídd: | 170,304 km² |
| Íbúgvar (2006): | 18 089 889 |
| fyri km²: | 117.3/km² |
| Tíðarzona: | UTC -6/-5/-4 |
| Heimasíða: | www.myflorida.com |
Florida er lutstatur í Sambandsríki Amerika við 18.089.889 íbúgvar (2006). Høvuðsstaðurin er Tallahasee. Størsti býur er Jacksonville, síðan er tað Miami. Í norðri hevur Florida mark við Georgia og Alabama. Í eystri er Atlantshavið og í vestri Meksikoflógva. Eyknevni hansara er Sólskinstaturin (enskt: The Sunshine State).
Florida er ein fløta, øll sum hon er. Har er ovurheitt. Í støðum eru stórar mýrar, sum kunnu vera avvaksnar við tættum skógi. Av tí at so stórur munur er á veðurlagnum norðuri í USA og í Florida, kemur nógv fólk norðaneftir hagar at ferðast um veturin. Tey halda tá til úti við strondina og stuttleika sær við at svimja í tí flógva sjónum. Fruktir sum appilsinir, sitrónir og aðrar fruktir vaksa væl í Florida. Á einum nesi har, sum nú nevnist Cape Kennedy (fyrr Cape Canaveral), er tann gitna rakettstøðin, sum rúmdarfør verða skotin upp frá. Suðuri á Florida út móti Atlantshavi er sandstrond, og heitt og turt er veðurlagið; har er tí eitt útvalt baðipláss, og tað nógva frítíðarfólkið, sum leitar hagar, hevur gjørt, at býurin Miami er ógvuliga skjótt vaksin hesi seinastu árini.
Stívur fimtingur av Florida er mýrlendi. Her er tjóðargarðurin Everglades, har mong sjáldsom dýr halda til, til dømis floridapantarin og manatein, sum er eitt sjóneytaslag. Meginparturin av Everglades er í vanda fyri at hvørva, tí at mýrarnar verða skornar upp og veittar at nýta til byggilendi og landbúnaðarjørð. Í 1994 játtaðu myndugleikarnir í Florida at bjarga mýrunum, ið eftir eru, og at gera aðrar mýrar.
Amerikanski alligatorurin livir í mýrunum í Florida. Hann kann gerast upp ímóti 3,6 m langur.
[rætta] Myndir
|
Sandur á Bahia Hondum í Florida Keys |
[rætta] Sí eisini
| Høvuðsstaðarøki |
| Washington DC |
| Amerikanskir statir |
| Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Kalifornia · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming |
| Amerikonsk hjálond |
| Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy |