Appalachiafjøll

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Appalachiafjøll í Vestur-Virginia.

Appalachiafjøll (enskt the Appalachian Mountains) eru ein fjallarøð í eystara parti av Norðuramerika, sum røkkur frá Nýfundlandi og Labrador í Kanada til Alabama í USA. Hægsta fjallið er Mt. Mitchell í Norðurcarolina, 2.040 metrar høgt. Hesi fjøllini eru fyri tað mesta skógvaksin, og har vaksa mong ymisk træsløg, harímillum ahorn og eik. Um heystarnar, áðrenn leyvtrøini, sum vaksa í sunnari parti av fjøllunum, missa bløðini, er frálíka vakurt har, tá skyggir leyvið í brúnum og reyðum litum, tá er eisini eitt skifti við heilt góðum veðri, og hesa tíðina á árinum nevna teir "Indian summer".