Klettafjøll

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Klettafjøll.

Klettafjøll (enskt Rocky Mountains) eru ein fjallarøð í Vestur-Norðuramerika sum røkkur frá Kanada til Nýmeksiko í USA. Í miklu fjallarøðini eru lívsumstøður til sera mong ymisk djór, og har eru eisini mangar ólíkar plantur. Hægsta fjallið er Mount Elbert í Kolorado, 4 401 metrar høgt.

Um 1370 m. uppi broytist grasslætta-vøksturin til barald og mólsurt, og 2000 m. uppi veksur furu- og grannviður. Omanfyri 3200 m. veksa bara fjallagras og fjallablómur stutta summarið.

Fjøllini eru illgongd og eru tí friðskjól hjá summum djórum, til dømis jervi, bjørn, villum seyði og snjógeit, sum geypan veiðir.

Klettafjøll vórðu til, tá ið tvær plátur stoyttu saman.