Nebraska

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Nebraska.svg Seal of Nebraska.svg
Map of USA NE.svg
Land: Flag of the United States USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Lincoln
Størsta býur: Omaha
Innlima: 1. august 1876
Guvernørur: Dave Heineman (R)
Vídd: 200,520 km²
Íbúgvar (2011): 1 826 341
fyri km²: 8.6/km²
Tíðarzona: UTC -7, -6 og -5
Heimasíða: www.nebraska.gov

Nebraska (enskt: State of Nebraska) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 1,76 mió. íbúgvar. Høvuðsstaðurin kallast Lincoln og størsti býurin er Omaha. Orðið Nebraska kemur úr Chiwere og merkir vatnrættur. Í norðri hevur hann mark við South Dakota, í eystri við Iowa og Missouri, í suðri við Kansas og Colorado, og í vestri við Wyoming. Í 1867 bleiv Nebraska lutstatur í USA. Eyknevni hansara er Cornhusker State. Dave Heineman (f. 12. mai 1948 í Nebraska) er republikanari og varð valdur til guvernør í statinum í 2005.

Inni í statinum býr lítið fólk. Tað turra landslagið hóskar best til neytahald. Hvør garðurin er ofta nógvar km² stórur, so tað er langt til næsta granna. Av tí sama er fólkið avbyrgt og brúkar ofta sendara at fáa samband við umheimin. Bøndurnir koyra ofta á motorsúkklu, ella teir sita á hestbaki, tá ið teir reka.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Upprunafólkið[rætta | rætta wikitekst]

Indiánararnir, sum flestu niðursetufólk úr Evropa nevndu teir, vóru upprunafólkið í Nebraska.

Eftir at hava fingið hestin frá evropearum fóru indiánskar tjóðir inn á stóru grasfløturnar í Nebraska og fóru at veiða bisonneyt. Teir fóru væl um landið, har teir tjaldaðu, men í 19. øld búsettu niðursetufólk úr Evropa seg á fløtunum. Tey slátraðu bisonneytini og girdu jørðina inni. Tilverugrundarlag indiána í Nebraska var burtur. Siouxindiánararnir nýttu alt av einum bisoni. Einki fór til spillis. Teir ótu kjøtið, gjørdu spónar av hornunum, evnaðu beinini til skavarar ella knívar og kókaðu og goymdu mat í bløruni, og skallin var nýttur í halgum hátíðarhaldi til dømis bisondansi, áðrenn teir fóru at veiða. Húðin varð seymað til tjøld.

Um 1850 vóru siouxindiánarnir í Norðurnebraska størsta tjóðin á grasfløtunum í Norðuramerika. Teir livdu í samfeløgum, sum skiftu seg í ættbólkar um veturin. Hvørt húski búði í sínum tjaldi, og hvør bólkur hevði sín høvding, men hann noyddi ikki fólkið at gera nakað, sum var ímóti teirra vilja. Siouxindiánarnir tilbóðu náttúruandarnar - Sólin, jørðina og himmalin - teir hildu, at Andin Mikli ráddi øllum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy ·Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy