Detroit
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Detroit er stórbýur í amerikanska statinum Michigan og liggur við ánna Detroitá. Hann er størsti býur í Michigan. Í 2011 var fólkatalið 713,777. Mesta fólkið er afroamerikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti (uml. 12 %). Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Detroit. Hetta var í 1701.
Har eru nógvar bilverksmiðjur; í Detroit eru størstu bilverksmiðjur í heiminum. M.a. hevur General Motors høvuðssæti í býnum. General Motors hevur í løtuni meiri enn 96.000 starvsfólk, men nú hevur leiðslan gjørt av at skerja starvsfólkatalið, so tað verður millum 65.000 og 75.000 í 2012.