Illinois
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Land: | |
| Alment mál: | Enskt |
| Høvuðsstaður: | Springfield |
| Størsta býur: | Chicago |
| Innlima: | 3. desember 1818 |
| Guvernørur: | Pat Quinn (D) |
| Vídd: | 140,998 km² |
| Íbúgvar (2006): | 12 831 970 |
| fyri km²: | 86.27/km² |
| Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
| Heimasíða: | www.illinois.gov |
Illinois (alment enskt heiti: State of Illinois) er lutstatur í Sambandsríki Amerika við umleið 12,8 mió. íbúgvum. Í norðri hevur hann mark við Wisconsin, í suðuri við Kentucky, í eystri við Indiana og í vestri við Iowa og Missouri. Springfield er høvuðsstaðurin, og størsti býurin er Chicago. Í desember 1818 bleiv Illinois lutstatur í USA.
Fjørutiundi forsetin, Ronald Reagan (1911-2004), Republikanski Flokkurin, var føddur í Illinois.
Eyknevni hansara er Graslendisstaturin (enskt: The Prairie State).
Søga [rætta]
Indiánarnir [rætta]
Í Illinois vórðu í 1200-1400 bygdir stórir býir og andaligir miðdeplar fram við Mississippiá. Tann týdningarmesti varð bygdur í Cahokia í St. Clair County. Tað, sum eyðkendi búsetningarnar fram við Mississippiá í Suðurillinois, var allir ferhyrntu heyggjarnir, ið vóru flatir omaná og vórðu seinni brúktir sum grundir undir templum og húsum hjá tignarligum monnum. Heyggjarnir stóðu á víðum, innigirdum vøllum ella fram við breiðum vegum. Fjølbygdasta búsetingin var Cahokia í Suðurillinois, har fleiri enn 100 heyggjar vóru. Moldin til heyggjarnar varð borin í kurvum. Gággur og aðrar skeljar vórðu brotnar og eltar upp í leirin, so at hann skuldi verða sterkari.
Samfelagsskipanina í Cahokia vita vit einki um, men helst var tað høvdingadømi, og fólkið dýrkaði høvdingarnar sum gudar. Grivnar eru út nakrar prýðiligar høvdingagravir: ein høvdingur fekk 20.000 perlur við sær í grøvina, og líkini uttan um hann vísa, at alt húskið og tænararnir vórðu grivin við honum.
Flestu fólk í Suðurillinois vóru bøndur. Tey búðu í leirklíndum húsum av flættaðum greinum, sum stóðu uttan um heyggjarnar og í bygdum fram við ánni, har fruktabesta jørðin var. Bøndurnir dyrkaðu mais, bønir og grasker - moldin varð loyst við hakkara. Bøndur veiddu eisini hjørt við ørv og boga.
Við hvørt hús varð djúpt hol grivið í jørðina, har ið meginparturin av matinum varð goymdur. Grøðin, sum leyp, varð borin inn í býin og skift ímillum embætisfólk og handverkarar, ella hon varð latin fremmandum handilsmonnum í býti við mariuglas, kopar og skeljar. Hvørt húski gjørdi sær búnyttur og amboð til egna nýtslu og at selja.
-
Henda pipan er úr Cahokia, Illinois.
-
Størsti heyggjurin var Monks Mound (omanfyri), stíviliga 30 m. høgur.
| Høvuðsstaðarøki |
| District of Columbia |
| Amerikanskir statir |
| Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming |
| Amerikonsk hjálond |
| Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy ·Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy |