Flogfar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Boeing 747-400 kann flúgva 13.600 km. uttan at seta seg. Við kunnu vera 412 fólk, sum sita í tveimum hæddum.

Flogfar er heitið á øllum flúgvarum, sum eru tyngri enn luftin - tyrlur, sveimflogfør, drekaflogfør og flogfør við føstum veingjum og motori. Helst øll stor ferðamannaflogfør og stríðsflogfør hava jetmotorar, sum gera, at tey kunnu flúgva skjótt og høgt. Tey smáu flogførini hava oftast skrúvur. Tey eru stuttleikaflogfør ella einstaklingsflogfør. Tað eru ikki 100 ár síðan, at tey skjótastu skipini sigldu í meira enn 1 veku tvørtur um Atlantshav. Nú flúgva tey skjótastu ferðamannaflogførini teir 4800 km. í minni enn sjey tímar. Teir stóru motorarnir í stríðsflogførum gera, at tey kunnu flúgva meira enn 3200 km./t., ella tríggjar ferðir skjótari enn ljóðið.

Sløg[rætta | rætta wikitekst]