Brennivín
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jólaakvavit, 2005.
Brennivín er rúsdrekka, sum er sterkari enn 21 % alkohol. Í brennivíni er nógv meiri alkohol enn í víni og øli. Rúsnøgdin í brennivíni er viðgjørd á serstakan hátt, hon er dropadrivin. Brennivín er til dømis vodka, akvavit og whisky. Í Føroyum er ikki loyvt at selja brennivín og annað alkohol í vanligum handlum. Brennivín verður selt í Rúsuni (Rúsdrekkasøla Landsins), sum hevur deildir í Tórshavn, Klaksvík, Skálavík á Sandoynni, á Drelnesi í Suðuroynni, Saltangará og í Miðvági.[1] Eitt føroyskt felag framleiðir alkohol. Tey fyrstu árini noyddist felagið at framleiða brennivíni í Danmark og Íslandi, men í 2011 samtykti Føroya Løgting, at nú er loyvt at bryggja sterkt í Føroyum.[2]
[rætta] Alhohol
Alkohol í brennivíni
- Vanligt brennivín: 20-40 %
- Sterkt brennivín: 40-60 %
- Fínsprit: Um 95 %
[rætta] Sløg
- Akvavitt
- Aalborg Akvavit (danskt Akvavitt)
- Akvavitt Lívsins Vatn (føroyskt Akvavitt)
- Ginn
- Romm
- Vodka
- Absolut Vodka
- Drakkar Vodka (føroyskt vodka)
- Whisky