Vanuatu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ripablik blong Vanuatu
Republic of Vanuatu
République de Vanuatu
Flagg Vanuatu
(Flagg Vanuatu)
Skjaldarmerki Vanuatu
(Skjaldarmerki Vanuatu)
Tjóðarslagorð: "Long God yumi stanap"
Tjóðsangur: "Yumi, Yumi, Yumi"
Vanuatu on the globe (Polynesia centered).svg
Alment mál Bislama, enskt og franskt
Høvuðsstaður Port Vila
Forseti Iolu Abil
Forsætisráðharri Moana Carcasses Kalosil
Fullveldi 30. juli 1980
(frá Stórabretlandi og Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
12 190 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
266,937
19,7/km²
Gjaldoyra Vanuatu vatu (VUV)
Tíðarøki UTC +11
Økisnavn á alnetinum .vu
Telefonkota +678

Vanuatu er eitt oyggjaland í Kyrrahavinum. Høvuðsstaðurin eitur Port Vila. Vanuatu liggur í Melanesia, einar 1750 km. eystur úr Avstralia. Vanuatu er vestan úr Fiji og norðan úr Nýkaledónia. Vanuatu gekk áður undir navninum Nýhebridurnar. Í Vanuatu eru 83 oyggjar. Matthew- og Hunter oyggjarnar eru undir vanuatiskum yvirræði, men Nýkaledónia krevur eisini rættin yvir Matthew og Hunter. Í 2014 var fólkatalið 266,937. Fólkið, sum býr í Vanuatu, eitur melanesar (uml. 95 % av fólkinum). Almennu málini eru trý í tali: enskt, franskt og bislama. Bislama er eitt kreolmál grundað á enskt. Bislama er móðurmál hjá um 6200 fólkum, harav um 5000 í Vanuatu og um 1200 í Nýkaledónia. Til ár 2005 hava tað bara verið óbygdar oyggjar sum fóru undir í Indiska Havinum og Kyrrahavinum, av tí at havið veksur. Men í 2006 er Lohachara í Bengal farið undir við alla, har 10.000 fólk einaferð búðu, og aðrar oyggjar sum Vanuatu, Maldivurnar og Marshalloyggjarnar standa skjótt fyri skotum. Øki har eini 70.000 fólk búgva í løtuni. Orsøkin verður hildin at vera vakstrarhúsárin. Av tí at nógvar náttúruvanlukkar hava tikið stað tey seinastu árini í Vanuatu, hava umhvørvisvinarlig tiltøk verið sett í gongd. Jarðskjálvtar eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Landið er skuldarbundið upp um háls og er í dag bundið av útlendskari menningarhjálp úr t.d. Avstralia. Flestu ferðafólk, ið koma til Vanuatu er eisini avstraliar. Tað er av fátækastu londum í Osiania. Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Kakao er eisini ovurstór vinna. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna landbúnaðin, má landið flyta inn týðandi matvørur og rávørur, men eisini tubbak. Hesi lond handlar Vanuatu við (sbrt. CIA World Factbook 2012 [1]):

Útflutningur Innflutningur
1. Flag hjá Thailand Teiland 41.9 % Flag of the People's Republic of China Fólkalýðveldið Kina 20.2 %
2. Flag hjá Fílabeinsstrondin Fílabeinsstrondin 30.5 % Flag hjá Singapore Singapor 18.8 %
3. Flag hjá Japan Japan 14.7 % Flag of the United States USA 15.0 %
4. Flag hjá Japan Japan 11.6 %
5. Flag hjá Avstralia Avstralia 10.4 %
6. Flag hjá Fiji Fijioyggjar 5.2 %

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/nh.html
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið