Fiji

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Matanitu ko Viti
Republic of Fiji
Flagg Fiji
(Flagg Fiji)
Skjaldarmerki Fiji
(Skjaldarmerki Fiji)
Tjóðarslagorð: "Rerevaka na Kalou ka Doka na Tui"
Tjóðsangur: "Meda Dau Doka"
(føroyskt: Gud signi Fiji)
Alment mál Fidjioyskt og enskt
Høvuðsstaður Suva
Forseti Wiliame Katonivere
Forsætisráðharri Sitiveni Rabuka
Fullveldi 10. oktober 1970
(frá Stórabretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
18 274 km²
0,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
896 758
46,4/km²
Gjaldoyra Fijidollari (FJD)
Tíðarøki UTC +12 (summartíð UTC +13)
Økisnavn á alnetinum .fj
Telefonkota +679

Fijioyggjar (Fiji) ella Fidjioyggjar (Fidji) [1] er eitt sjálvstøðugt oyggjaríki í Melanesia, sum liggur eystanfyri Vanuatu, vestanfyri Tonga og sunnanfyri Tuvalu. Fiji liggur 2000 km norðanfyri Ný Sæland. Almennu málini eru tvey í tali, fidjioyskt [2] og enskt [3]. Fólkatalið á oyggjunum er uml. 900 000, herav búgva 90 000 í høvuðsstaðnum. Høvuðsstaðurin eitur Suva og er á oynni Viti Levu. Fidjioyggjarnar fingu sjálvstýri frá Stóra Bretlandi í 1970.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fyrstu íbúgvar á oyggjunum komu til oynna frá landssynnings Asiu langt áðrenn evropearar funnu oyggjarnar í 18. øld. Í 1874 gjørdist Fiji bretskt hjáland. Í 1970 gjørdust oyggjarnar sjálvstøðug tjóð, men tað fólkaræðiliga stýrið er fleiri ferðir tikið av ræði av hernaðarkvettum.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Fiji er ein oyggjabólkur, sum liggur í Melanesia í Kyrrahavinum. Oyggjarnar liggja einar 1700 km eystanfyri eysturstrondini á Avstralia. 322 oyggjar eru í Fiji; 106 eru bygdar og 216 óbygdar. Oyggjabólkurin hevur tó fleiri smærri oyggjar og hólmar enn tær 322. Tær størstu oyggjarnar eru Viti Levu (10 388 km2), Vanua Levu (5 587,1 km2), Taveuni (435 km2) og Kadavu (411 km2). Oyggjarnar eru 18 274 km2 til víddar.

75 % av fólkinum búgva á oynni Viti Levu [4]. Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Fiji. Teir størstu býirnir eru høvuðsstaðurin Suva, og síðan Lautoka og Nadi.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Fiji verður roknaður fyri at vera eitt satt ferðamannaparadís, hagar fólk úr øllum heiminum og serliga úr Avstralia leita sær. Ferðavinna er eisini ein av týdningarmestu vinnunum í Fiji. Mest er tað heita veðrið og strendurnar sum draga fólk higar. Hvønn dag liggur hitin um 25 °C [5]. Góð inntøka er av ferðavinnuni, men hon kann eisini fara at skaða náttúruna og hava ringa ávirkan á fólkið. Til dømis fara vatnið at ganga undan, tí at gistingarhúsini nýta so nógv vatn til svimjihyljar og stoytbað.

Nøkur fólk í hesum mongu oyggjum búgva í býum (uml. 50 %), men tey flestu lívbjarga sær av landbúnaði, til dømis at velta søtepli ella jamsrót.

Myndarøð[rætta | rætta wikitekst]

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.fmn.fo/listar/lond_og_tjodir/lond-tjodir.htm
  2. http://www.fmn.fo/tungumal/tungumal.htm
  3. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fj.html. Heintað 2013-06-18. 
  4. "Archive copy". http://www.go-fiji.com/geography.html. Heintað 2013-06-18. 
  5. "Archive copy". http://www.lonelyplanet.com/fiji/weather. Heintað 2013-06-18. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið