Singapor

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Republik Singapura
新加坡共和国
சிங்கப்பூர் குடியரசு
Republic of Singapore
Flagg Singapor
(Flagg Singapor)
Skjaldarmerki Singapor
(Skjaldarmerki Singapor)
Tjóðarmotto: «Majulah Singapura»
Tjóðsangur: «Majulah Singapura»
Alment mál Maleisiskt, Kinverskt, Tamilskt, Enskt
Høvuðsstaður Singaporbýur
Forseti Sellapan Ramanathan
Løgmaður Lee Hsien Loong
Fullveldi 9. august 1965
(frá Maleisia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
704.0 km² km²
1.44 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
4 680 600
6,36/km²/km²
Gjaldoyra Singapordollari (SGD)
Tíðarzona UTC +8
Alnet økisnavn .sg
Telefonkota +65
Spenningur

Singapor (Maleisiskt; Republik Singapura , Kinverskt; 新加坡共和国, Tamilskt; சிங்கப்பூர் குடியரசு, Enskt; Republic of Singapore) er eitt lítið land í Landsynningsásia. Singapor hevur 4,6 mió íbúgvar. Singapor hevur bara mark við Maleisia. Singapor var fyrstan tíð keypsstaður á siglingarleiðini ímillum India og Kina. Bretin Stamford Raffles, ið starvaðist í bretska eysturindiafelagnum grundaði býin í 1819. Landið hevur havt miklan búskaparvøkstur, tað er ríkt og er ein av stóru fíggjarmiðdeplunum í heiminum.


Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Í gomlum døgum fór øll skipaferðsla úr Indiahavi í Kinahav ígjøgnum tronga Malakkafjørð ímillum Sumatra og Malakkanes. Hann, sum ráddi í firðinum, hevði eftirlit við øllum handli ímillum hesi høv. Í 15. øld hevði sultánurin í býnum Malakka valdið í firðinum; býurin var tá ein av størstu og vakrastu býum í heiminum. Í 1511 tóku portugisar býin, og í 1641 tóku niðurlendingar hann. Men meðan niðurlendingar ráddu har, misti býurin týdning sín, tí at niðurlendingarnir heldur vildu hava eftirlit við skipaferðsluni har um vegir úr høvuðsstøð síni á Java. Í 1819 tók so enski hjálandaumboðsmaðurin Stamford Raffles Singapor, ið tá var lítil býur á eini oyggj við suðurstrondina á Maleisia. Og undir enskum yvirræði fekk Singapor sama týdning, sum Malakka hevði havt nakrar øldir frammanundan, og gjørdist miðdepil fyri handlinum ígjøgnum Malakkafjørð.




[rætta] Búskapur

Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Triðja hvønn minutt siglir eitt skip inn í havnina ella út úr havnini í Singapor, sum er skundmesta havn í heiminum. Tangabátar koma av Persaflógva fullfermdir við ráolju, sum verður gjørd til bensin og aðrar oljuúrdráttir, ið síðan verða fluttir til aðrar havnabýir í øllum Landsynningsásia. Meginparturin av stóra útflutninginum hjá Maleisia verður avskipaður í Singapor. Um 25 % inntøkum landsins koma frá bankum og gjaldoyra- og virðisbrævamarknaðinum í Singaporbýi.

[rætta] Fólkið

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Singapor eru kinverjar; hini eru maleiar ella ættað frá fólkið úr India. Flestu fólk hava góð lívskor, tí at Singapor er ríkt land. Men myndugleikarnir halda gjølla eyga við øllum viðurskiftum; teir stýra fjølmiðlunum, eiga sjónvarps- og útvarpsstøðir og hava avmarkað rættindini hjá fólki at eiga bil, fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika. Fólk verða revsað, tveita tey rusk á gøtuna, eta í niðanjarðartokbreytini ella tyggja tyggigummi á almennum støðum. Miðallívsævin í landinum er 81 ár. 7,5 % av fólkinum eru ikki lesifør.

Kort av Singapor
Kort av Singapor

[rætta] Søgulig fólkamongd

1965 1973 1981 1985 1991 1995 1997 2001 2003 2007
1,9 mió 2,2 mió 2,5 mió 2,8 mió 3,1 mió 3,4 mió 3,7 mió 4,0 mió 4,3 mió 4,6 mió





[rætta] Landafrøði

Beint suður úr Malakkanesi eystast í Malakkafirði er lítla oyggjaríkið Singapor, sum er ímillum fjølbygdastu lond í heiminum.


[rætta] Myndir

[rætta] Hygg eisini at


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Israel | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam
Skoðanir
Persónlig amboð
Onnur mál