Heilivágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita


Í gomlum døgum var heilivágur fingin úr náttúruni, mest úr plantum og úr urtum. Nú fæst heilivágur eisini úr tilgjørdum evni.

Heilivágur kann linna sjúkueyðkenni, doyva pínu og byrgja fyri ella grøða sjúku. Heilivágur verður eisini latin sálarliga sjúkum, til dømis fjáltur og sinnistyngd. Fyri at ein vøra skal hava heitið heilvágur, skal hon verða góðkend av myndugleikunum. Heilivágur, sum er góðkendur í Danmark, verður eisini góðkendur sum heilivágur í Føroyum. Mong túsund sløg eru. Hvør heilivágur virkar á sín hátt, tíðum í ávísum kropsparti, til dømis í maga ella í høvdi. Í mong túsund ár er náttúruheilivágur fingin úr søltum og úr urtum. Nú á døgum verður mestur heilivágur gjørdur í evnisídnaði. Heilivágur verður eisini gjørdur við íleguflætting, har ílegur verða fluttar millum verur av heilt ymiskum slagi. 



Granskarar royna støðugt at finna nýggj lekingarevni, til dømis fyri krabbameini og eyðkvæmi. Lívvágur, til dømis penicillin, og evnisvágur, til dømis sulfonamid, verða nýttir fyri ígerðarsjúku. Evnini beina fyri sjúkraelvandi bakterium ella darva teimum í nøringini. 

Heilivágur kann vera vandamiki: heilivágur, eisini tann, ið lækni letur, kann elva vannýtslu og gera fólk turvtug. Misnýtsla kann verða vandamikil og elva sjúku og deyða. Forboð er sett at nýta sumt turvelvandi drøgg, til dømis opium og heroin. Annað turvelvandi rúseitur, til dømis rúsdrekka og nikotin úr tubbaki, er ikki bannað við lóg.

Um okkara leiðir fæst nógvur heilivágur á apotekum, til dømis pínulinnandi evni, heilivágur fyri svøvnloysi og ígerðarsjúku. Starvsfólk á apoteki ella lækni leiðbeina tær at nýta heilivágin.