Heroin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heroin er sterkt rúseitur vunnið úr morfini. Heroin verður eisini rópt junk ella dope á altjóðamáli. Heroin er annaðhvørt brúnt ella gráhvítt. Heroin, sum verður selt á gøtuni, er altíð blandað upp í onnur evni, so ein kann ongantíð vita við vissu, hvat ein fær. Harumframt sæst eisini roykiheroin, sum er eitt brúnligt, heldur grovari pulvur, at fáa.

Heroin verður sprænt beinleiðis í blóðið. Á tann hátt fær nýtarin ein størri vælverurús, enn um evnið verður svølgt. Verður evnið sprænt inn, er vandi fyri ígerð, tí nálirnar eru ikki altíð sóttreinsaðar. Heroin kann eisini verða sniffað ella roykt.

Virknaðurin vísir seg eftir fáar minuttir, um tað verður andað niður í lunguni ella roykt, og eftir fá sekund, um tað verður sprænt inn. Heroin virkar í uml. 3-6 tímar.

Fyrst upplivir nýtarin eina kenslu av ómetaligari gleði, sum verður avloyst av einari kenslu av hita, hvíld og gleði. Persónurin upplivir, at allir trupulleikar, væntanir og trýst frá umhvørvinum verður lagt aftur um bak. Tilvenjingin er bráð, og kroppurin verður bundin av hesari nýtslu eftir bara 5-6 dagar. Harumframt hendir ein ógvuslig tolsemismenning, ið merkir, at næsta skot kemur bara at snúgva seg um at sleppa fjáltrinum, ikki fyri at uppliva rúsin.

Heroin ávirkar eitt ávíst slag av nervakyknum, tær opoidu nervakyknurnar. Harvið verða GABA-nervakyknurnar hind¬raðar í at tálma teimum nervakyknum, sum gera og úrskilja dopamin. GABA er eitt fráboðanarevni, sum sendir upplýsingar víðari til heilan. Hetta hevur við sær eina økta úrskiljing av dopamini, og heroin virkar tí rúsandi. Men aftaná verður ein dølskur og móður. At nýta heroin hevur óregluligan og seinan andadrátt við sær, og harumframt andar ein ikki so djúpt. Fær ein ov nógv av heroini í seg, gevst viðkomandi at anda, tí heroin ávirkar andadráttarmiðstøðina í heilanum, og tí doyr nýtarin.

0,6 % av øllum næmingum í 9. flokki í Føroyum hava, sambært kanningum hjá ESPAD, roynt heroin.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið