Suðurkalifornia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Suðurkalifornia á korti yvir Kalifornia; Suðurkalifornia er merkt við reyðum.

Suðurkalifornia (Southern California á enskum) er eitt landafrøðilig øki í Kalifornia í USA. Suðurkalifornia fevnir um San Bernardino County, Los Angeles County, Ventura County, San Diego County, Riverside County, Orange County og Imperial County. Los Angeles er næststørsti býur í USA og liggur í Suðurkalifornia. Aðrir stórir býir eru San Diego, Long Beach, Bakersfield og Anaheim. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan, men fram við Kyrrahavi er lendið fruktabetri. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Suðurkalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið.

Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr Meksiko [1]. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania í 1821, var Kalifornia partur av Meksiko. Í 1846 bað Kalifornia um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Kalifornia bleiv alment lutstatur í USA 9. september í 1850.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.usc.edu/schools/price/research/popdynamics/pdf/2012_Lou-etal_Racially-Balanced-Cities.pdf
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið