Latínoamerikanarar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jennifer Lopez er ein amerikanskur poppsangari. Hon varð føddur 24. juli í 1969. Hon er úr Puerto Riko.

Latínoamerikanararenskum Hispanic ella Latino Americans) eru eitt fólkaslag sum býr í USA. Teir verða eisini nevndir hispanics og tala spansk, tí at forfedrar teirra komu úr Spania. Mangir halda enn fast við gamlan sið og egna mentan.

Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Í 2000 var talið 35 mió. (12,5 %), í 2010 var tað vaksið til 50.5 mió. (16,3 %) [1][2]. Latínoamerikanskur matur og tónleikur er væl dámdur. Flestu tilflytararnir, sum búgva í vesturríkjunum, eru úr Meksiko. Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og ásiatar. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum í USA [3]. Tey flestu hava amerikanskan ríkisborgararætt. Útlendingar í USA kunnu søkja um amerikanskan ríkisborgararætt eftir 5 árum við ikki-tíðarbundnum uppihaldsloyvi [4].

Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Amerika, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania at búseta seg har í stórum tali. Øldirnar eftir at Kolumbus varð komin til Amerika, ráddu spaniamenn nógvastaðni í meginlandinum. Í USA fingu sponsk mentan og spanskt mál stóra ávirkan og hava tað enn. Flestu teirra búgva í Kalifornia, Texas og Florida. Yvir 950 000 latínoamerikanarar búgva eisini í New Mexico og eru í stórum meirluta. Flestu latínoamerikanarnir, sum búgva í Florida, eru úr Kuba. Amerikanarar av kubanskum uppruna sleppa nú til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess, og samstundis fáa teir loyvi til at hjálpa skyldfólki í Kuba við eitt nú pengum. Tað ber til, nú Barack Obama, forseti, hevur ógildað tiltøk, sum USA setti í verk ímóti Kuba, tá kommunistarnir tóku valdið har fyri 50 árum síðani [5].

Meginparturin av fólkinum er katolikkar (70 %), og eini 20 % eru protestantar [6]. Hóast latínoamerikanarnir eru ein lítil minniluti í USA, so síggjast kirkjur teirra allastaðni.

Í USA hava tey bæði eina spennandi fortíð og eina upplívgandi nútíð, sum boðar frá eini ljósari framtíð.

Talv-hagtøl[rætta | rætta wikitekst]

Upprunalond[rætta | rætta wikitekst]

Latínoamerikanarar eru komnir í stórum tali til USA, helst úr Meksiko (65 %). Hispanics eru eisini fluttir hagar úr Puerto Riko, El Salvador og Kuba.


Upprunalond [7]
Land Fólkatal %
Flag hjá Mexico Meksiko 31,673,700 65.5
Flag hjá Puerto Riko Puerto Riko 4,411,604 9.1
Flag hjá El Salvador El Salvador 1,736,221 3.6
Flag hjá Kuba Kuba 1,677,158 3.5
Flag hjá Dominikanalýðveldið Dominikanalýðveldið 1,360,476 2.8
Flag hjá Guatemala Guatemala 1,077,412 2.2
Flag hjá Kolumbia Kolombia 916,616 1.9
Flag hjá Honduras Honduras 624,533 1.3
Flag hjá Spania Spania 613,585 1.3
Flag hjá Ekvador Ekvador 611,457 1.3
Flag hjá Peru Peru 557,107 1.2
Flag hjá Nikaragua Nikaragua 368,720 0.8
Flag hjá Argentina Argentina 227,180 0.5
Flag hjá Venezuela Venesuela 198,276 0.4
Flag hjá Panama Panama 170,057 0.4
Flag hjá Kosta Rika Kosta Rika 131,331 0.3
Flag hjá Kili Kili 122,986 0.3
Flag hjá Bolivia Bolivia 104,044 0.2
Flag hjá Uruguay Uruguei 56,054 0.1
Flag hjá Paraguay Paraguei 18,179 0.04
Onnur øki 1,691,448 3.5
Fólk íalt 48,348,144 100



































Lutsøkir[rætta | rætta wikitekst]

Talvan niðanfyri vísir broytingar í fólkatalinum í 2000-2010, býtt á økir. Hagtølini vísa, at talið er vaksið mest í statunum South Carolina, Alabama, Tennessee, Kentucky, North Carolina og Arkansas.

Latínoamerikanarar (2000-2010)[8][9]
Øki Hispanics pr. 2000 % í 2000 Hispanics pr. 2010 % í 2010 Vøkstur í %
2000-2010
Flag hjá Alabama Alabama 75,830 1.7% 185,602 3.9% +144.8%
Flag hjá Alaska Alaska 25,852 4.1% 39,249 5.5% +51.8%
Flag hjá Arizona Arizona 1,295,617 25.3% 1,895,149 29.6% +46.3%
Flag hjá Arkansas Arkansas 86,866 3.2% 186,050 6.4% +114.2%
Flag hjá Kalifornia Kalifornia 10,966,556 32.4% 14,013,719 37.6% +27.8%
Flag hjá Colorado Colorado 735,801 17.1% 1,038,687 20.7% +41.2%
Flag hjá Connecticut Connecticut 320,323 9.4% 479,087 13.4% +49.6%
Flag hjá Delaware Delaware 37,277 4.8% 73,221 8.2% +96.4%
Flag hjá Washington, D.C. Washington DC 44,953 7.9% 54,749 9.1% +21.8%
Flag hjá Florida Florida 2,682,715 16.8% 4,223,806 22.5% +57.4%
Flag hjá Georgia (U.S. state) Georgia 435,227 5.3% 853,689 8.8% +96.1%
Flag hjá Hawaii Hawaii 87,699 7.2% 120,842 8.9% +37.8%
Flag hjá Idaho Idaho 101,690 7.9% 175,901 11.2% +73.0%
Flag hjá Illinois Illinois 1,530,262 12.3% 2,027,578 15.8% +32.5%
Flag hjá Indiana Indiana 214,536 3.5% 389,707 6.0% +81.7%
Flag hjá Iowa Iowa 82,473 2.8% 151,544 5.0% +83.7%
Flag hjá Kansas Kansas 188,252 7.0% 300,042 10.5% +59.4%
Flag hjá Kentucky Kentucky 59,939 1.5% 132,836 3.1% +121.6%
Flag hjá Louisiana Louisiana 107,738 2.4% 192,560 4.2% +78.7%
Flag hjá Maine Maine 9,360 0.7% 16,935 1.3% +80.9%
Flag hjá Maryland Maryland 227,916 4.3% 470,632 8.2% +106.5%
Flag hjá Massachusetts Massachusetts 428,729 6.8% 627,654 9.6% +46.4%
Flag hjá Michigan Michigan 323,877 3.3% 436,358 4.4% +34.7%
Flag hjá Minnesota Minnesota 143,382 2.9% 250,258 4.7% +74.5%
Flag hjá Mississippi Mississippi 39,569 1.4% 81,481 2.7% +105.9%
Flag hjá Missouri Missouri 118,592 2.1% 212,470 3.5% +79.2%
Flag hjá Montana Montana 18,081 2.0% 28,565 2.9% +58.0%
Flag hjá Nebraska Nebraska 94,425 5.5% 167,405 9.2% +77.3%
Flag hjá New Hampshire New Hampshire 20,489 1.7% 36,704 2.8% +79.1%
Flag hjá New Jersey New Jersey 1,117,191 13.3% 1,555,144 17.7% +39.2%
Flag hjá New Mexico New Mexico 765,386 42.1% 953,403 46.3% +24.6%
Flag hjá New York New York 2,867,583 15.1% 3,416,922 17.6% +19.2%
Flag hjá Nevada Nevada 393,970 19.7% 716,501 26.5% +81.9%
Flag hjá North Carolina North Carolina 378,963 4.7% 800,120 8.4% +111.1%
Flag hjá North Dakota North Dakota 7,786 1.2% 13,467 2.0% +73.0%
Flag hjá Ohio Ohio 217,123 1.9% 354,674 3.1% +63.4%
Flag hjá Oklahoma Oklahoma 179,304 5.2% 332,007 8.9% +85.2%
Flag hjá Oregon Oregon 275,314 8.0% 450,062 11.7% +63.5%
Flag hjá Pennsylvania Pennsylvania 394,088 3.2% 719,660 5.7% +82.6%
Flag hjá Rhode Island Rhode Island 90,820 8.7% 130,655 12.4% +43.9%
Flag hjá South Carolina South Carolina 95,076 2.4% 235,682 5.1% +147.9%
Flag hjá South Dakota South Dakota 10,903 1.4% 22,119 2.7% +102.9%
Flag hjá Tennessee Tennessee 123,838 2.2% 290,059 4.6% +134.2%
Flag hjá Texas Texas 6,669,666 32.0% 9,460,921 37.6% +41.8%
Flag hjá Utah Utah 201,559 9.0% 358,340 13.0% +77.8%
Flag hjá Vermont Vermont 5,504 0.9% 9,208 1.5% +67.3%
Flag hjá Virginia Virginia 329,540 4.7% 631,825 7.9% +91.7%
Flag hjá Washington (U.S. state) Washington 441,509 7.5% 755,790 11.2% +71.2%
Flag hjá West Virginia West Virginia 12,279 0.7% 22,268 1.2% +81.4%
Flag hjá Wisconsin Wisconsin 192,921 3.6% 336,056 5.9% +74.2%
Flag hjá Wyoming Wyoming 31,669 6.4% 50,231 8.9% +58.6%
Flag hjá Amerikanska Sámoa Amerikanska Sámoa 0 %
Flag hjá Guam Guam 0.2 %
Flag hjá Northern Mariana Islands Norðurmarianoyggjar 0 %
Flag hjá Puerto Riko Puerto Riko 3,762,746 98.8% 3,688,455 99.0% -2.0%
Flag hjá United States Virgin Islands Amerikonsku Jómfrúoyggjar 15,196 14.0%
Flag of the United States USA 35,305,818 12.5% 50,477,594 16.3% +43.0%

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. US Census Bureau: "Redistricting Data, First Look at Local 2010 Census Results"
  2. US Census Bureau: "Population by Race and Hispanic or Latino Origin, for the United States, Regions, Divisions, and States, and for Puerto Rico: 2000"
  3. http://web.archive.org/web/20090417195925/http://www.america.gov/st/peopleplace-english/2008/August/20080815140005xlrennef0.1078106.html
  4. http://www.ehow.com/how_5094027_become-citizen-having-green-card.html
  5. http://articles.latimes.com/2009/mar/15/nation/na-florida-cuba-travel15
  6. http://latinostudies.nd.edu/pubs/pubs/HispChurchesEnglishWEB.pdf
  7. "Detailed Hispanic Origin: 2009" (PDF). Pew Hispanic Center. http://pewhispanic.org/files/factsheets/hispanics2009/Table%206.pdf. Heintað 2011-03-29. 
  8. US Census Bureau: "Redistricting Data, First Look at Local 2010 Census Results"
  9. US Census Bureau: "Population by Race and Hispanic or Latino Origin, for the United States, Regions, Divisions, and States, and for Puerto Rico: 2000"