Uruguai

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Uruguei)
Far til: navigatión, leita
Uruguei á korti yvir Suðuramerika

Uruguei (Spanskt; República Oriental del Uruguay) er eitt land í Suðuramerika, sum hevur mark við Brasil móti norði og til Argentina í ein útsynning. Har búgva umleið 3,4 milliónir og fólkatíttleikin er 19,1 pr.km². Uruguei fevnir um eitt øki á 176.220 km². Høvuðsstaðurin eitur Montevideo. Málið er spanskt, og tað mesta fólkið er katólskt.

Tað mesta av Uruguei er slættlendi. Jørðin er góð og veðurlagið gott, nóg mikið av regni og góður sólargangur. Landið er tí eitt rætt landbúnaðarland. Bøndurnir hava mest lagt seg eftir seyða- og neytahaldi. Nýtslyplanturnar, sum teir velta mest av, eru epli, hveiti og mais; eisini dyrka teir væl av víni og tubbaki. Av tí at veðurlagið er so lýtt, og stórir sandar eru fram við Atlantshavi, kemur nógv fólk til Uruguei at stuttleika sær úti við strondina í frítíðini.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Landið var ein partur av tí spanska hjálandaveldinum til 1821, tá Brasil legði landið undir seg. Uruguei gjørdist sjálvstøðug tjóð í 1828. Í hjálandatíðini varð økið nevnt Banda Oriental, sum merkir eystari áarbakki Uruguei-ánni. Hetta sæst eisini aftur í almenna navinum.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Marijuana[rætta | rætta wikitekst]

Sum fyrsta land í heiminum hevur Uruguei gjørt av, at tað ikki longur skal vera ólógligt at dyrka, selja og brúka marijuana. Eftir 12 tíma langa viðgerð í senatinum týsdagin 10. desember 2013 bleiv nýggja lógin samtykt við 16 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Undirhúsið í Uruguei samtykti lógina longu í juni 2013, og roknað verður við, at hon verður sett í gildi í apríl mánaði í 2014. Sambært lógini fáa fólk 18 ár og eldri rætt til at keypa upp í 40 gramm av marijuana um mánaðin. Stjórnin vónar, at lógarbroytingin fer at gera sítt til at steðga narkokartellunum í landinum, men tey ivasomu siga, at hon fer at gera tað lættari hjá fleiri fólkum at fáa rúsevni. Sálarfrøðingar siga, at lógin fer at elva til, at talið av fólkum við sálarsjúkum fer at vaksa, og skúlalærarar stúra fyri, at fleiri næmingar fara at dumpa. Og apotekarar eru ikki fegnir og siga, at nýggja lógin fer at skaða teirra umdømi [1].

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Landslutir[rætta | rætta wikitekst]

Landið er býtt sundur í 19 landslutir:

  • Artigas
  • Canelones
  • Cerro Largo
  • Colonia
  • Durazno
  • Flores
  • Florida
  • Lavalleja
  • Maldonado
  • Montevideo
  • Paysandú
  • Río Negro
  • Rivera
  • Rocha
  • Salto
  • San José
  • Soriano
  • Tacuarembó
  • Treinta y Tres

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.nrk.no/verden/uruguay-legaliserer-marihuana-1.11410595

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið



Lond í Suðuramerika
Argentina | Bolivia | Brasil | Ekvador | Gujana | Kili | Kolumbia | Paraguei | Peru | Surinam | Uruguei | Venesuela