Rúsevni

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vín er eitt vanligt alkoholiskt rúsevni.

Eitt rúsevni er eitt evni ið kann verða brúkt til heilivág, til at fáa ein rús, til at betra um evnini at orka meira ella til onnur endamál, tá eitt menniskja ella djór tekur ella fær hesi evni innvortis ella á annan hátt. Rúsevni virka á heilan og gevur ein rús í størri ella minni mun. Flestu rúsevni eru ring fyri heilsuna, tó eru summi verri enn onnur og summi hava eisini víst seg at hava nakrir góðir eginleikar í smærri nøgdum og brúkt á rættan hátt eitt nú til at linna um ella lekja sjúkueyðkenni, men sum heild verða rúsevni mett at vera skaðilig, serliga tá tey verða misnýtt.

Rúsevni eru ymisk evni har summi eru lóglig og onnur eru ólóglig, til dømis eru tubbak og kaffi lóglig og kaffi er tað mest vanliga evni ið kemur undir rúsevni. Rúsdrekka er lógligt í nógvum londum, men verður í summum londum ikki selt frítt men í serligum handlum, sum t.d. í Føroyum og Svøríki. Heilivágur kemur eisini undir rúsevni. Summi sløg fáast í hondkeyp, meðan onnur bert fáast við resept frá lækna. Narkotika er eitt felagsheiti fyri ymisk sløg av rúsevnum, og er í høvuðsheitum bannað í flestum londum. Tey flestu rúsevni verða vanliga sædd sum rúseitur, og eru ólóglig í teim flesta londum. Nevnast kunnu nøkur av hesum evnum: LSD, Heroin, Kokain og Ecstasy. Um ein tekur amfetamin, verður ein í góðum lag, fær eina kenslu av gleði og varhugan av at kunna klára alt. Samtíðis verður persónurin rastleysur, sjávsøkin og prátingarsom/samur. Amfetamin køvir ávaringartekin frá kroppinum sum til dømis pínu ella møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og persónurin kann tí smella um av møði. Nógv verður gjørt á t.d. skúlum at upplýsa um rúsevni. Besta fyribyrging er vitan um skaðiligu evnini í narkotika, alkoholi og tubbakki.