Gujana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Coat of arms of Guyana.svg
Flag of Guyana.svg
Gujana á korti yvir Suðuramerika

Gujana (enskt: Guyana) er eitt land í landnyrðingshorninum av Suðuramerika, sum hevur strond út til Atlantshavið. Gujana hevur mark til Brasil, Surinam og Venezuela. Høvuðsstaðurin eitur Georgetown, tað er eisini størsti býur í Gujana. Bara 735.000 fólk búgva í Gujana í 2015[1], tey flestu í høvuðsstaðnum ella tætt við høvuðsstaðin Georgetown á slættlendinum við strondina. Gujana er indiánskt orð og merkir "landið við nógva vatninum", tí at so nógvar áir renna norður ígjøgnum landið út í Atlantshav. Gujana var leingi bretskt hjáland, men gjørdist frælst ríki í 1966. Landið flytur út sukur og aluminiumsmálm; har er nógv náttúrutilfeingi, serliga viður og steinsløg.

Mesta fólkið í Gujana eru eftirkomarar eftir verkafólk og trælir, sum vórðu fluttir til landið at arbeiða í sukurlundunum. Í 17. til 19. øld vórðu mangir trælir úr Afrika førdir hagar. Tá ið trælahald varð avtikið í bretska heimsveldinum í 1833, komu mangir indarar higar at arbeiða í staðin fyri trælirnar. Upprunafólkið í Gujana, karibindiánar, eru um 60.000 tilsamans. Niðurlendingar vóru fyrstu evropearar í Gujana, og teir búsettu seg við ánna Essekuibo í 1615. Teir gróðursettu sukurrør, kakaotrø og aðrar tropiskar plantur; verkafólkið í lundunum vóru trælir úr Vestur-Afrika. Bretar tóku ræðið í landinum í 1814 og løgdu seg mest eftir at dyrka sukur. Nú eru sukur, rís, aluminiumsmálmur og gull týdningarmestu útflutningsvørurnar.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Gujana gjørdist hálendskt hjáland í 17. øld, men gjørdist partur av Stórabretlandi í 1815. Gujana gjørdist sjálvstøðug tjóð hin 26. mai 1966.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið



Lond í Suðuramerika
Argentina | Bolivia | Brasil | Ekvador | Gujana | Kili | Kolumbia | Paraguai | Perú | Surinam | Uruguai | Venesuela
  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gy.html